Rúni Hentze og rættartrygd

Í bløðunum síðsta vikuskifti spyr Rúni Hentze "Hvat vilja Astrup og Javnaðarflokkurin?".

Orsøkin til spurning hansara er m.a. drúgva orðaskiftið á tingi síðsta hósdag, tá Høgni Hoydal svaraði fyrispurningi frá mær um m.a. sam-starvsavtaluna millum Elektron og PBS (Pengeinstitutternes Betalingsservice).
Um Astrup hevur onnur motivir enn nærlagni í sínum arbeiði, ætli eg mær ikki at gita um. Hann er nevndarformaður í Elektron, har landsstýrið eisini hevur nevndarlim. Elektron søkti fyrr í ár Dátueftirlitið, ið umsitir løgtingsins vilja, tá talan er um at flyta persónsupplýsingar av landinum, um loyvi at flyta slíkar upplýsingar av landinum í samband við nýggju Gjaldsskipanina, ið teir ætlaðu at menna í samstarvi við PBS. Fyrst vildi Dátueftirlitið ikki geva loyvi, men aftaná at Elektron hevði lýst málið nærri, varð loyvið givið.
Rúni Hentze sígur í grein síni, at trýst varð lagt á Dátueftirlitið, so tað at enda mátti geva loyvi. Hetta eru álvarsamar skuld-setingar at seta ímóti eftirlitinum, og Rúni Hentze eigur tí at biðja Høgna Hoydal, ið hevur ábyrgdina av lógini og harvið eisini av eftirlitinum, kanna málið. Dátueftirlitið eigur eisini alment at vátta ella avsanna hesar skuldsetingar og harumframt greiða almenninginum frá um hetta málið í síni heild.
Rúni Hentze spyr eisini, hvat Javnaðarflokkurin vil. Javnaðarflokkurin hevur onki við hetta mál at gera, og flokkurin hevur hvørki sagt ella skrivað eitt orð um hetta málið.
Rúni Hentze kundi spurt, hvat eg vil við málinum. Eg vil ikki annað enn at tryggja at øll eru líka fyri lógini og at metingarnar av, hvørjir persónsupplýsingar kunnu fara av landinum byggja á saklig atlit og onki annað. Eru Rúni Hentze og Høgni Hoydal bangnir fyri at EDV-førleikin á Elektron fer fyri bakka orsakað av Gjaldsskipanini, so mugu teir fáa samtykt lógaruppskot í tinginum, har tað greitt verður ásett, at tað er bannað Elektron at samstarva við PBS um Gjaldskipanina. Tá er málið klokkureint og ongum gerst neyðugt at meta um tingsins vilja, ið er eitt diffust og ógjørligt atlit at taka við í eina málsviðgerð, eisini hjá Dátueftirlitinum.
At Rúni Hentze metir, at orðaskiftið í tinginum meiri var ein viðgerð av, tí eftir hansara tykki, altíð sakliga Høgna Hoydal, enn av málinum, má metast sum skemt. Hvussu sakligur Høgni Hoydal var undir viðgerðini av fyrispurninginum, er til skjals.
Høgni Hoydal var so "sakligur", at tá hann onki annað argument hevði, so førdi hann fram, at ávísir lobbiistar høvdu lagt trýst á løgtingsmenn. Eg boðaði honum tá frá, at um hann kundi finna ein einasta lobbiist, ið eg hevði tosað við, áðrenn eg setti fyrispurningin, so skuldi eg taka meg úr Løgtinginum í stundini.
Høgni Hoydal tvíheldur enn um, at hann bert ger eftir tingsins vilja, tá hann nú við kunngerð, afturvirkandi, ætlar at steðga áður-nevndu Gjaldsskipan. Heitt var á hann um at skipa fyri eini hoyring um málið, so løgtingið kundu fáa betri innlit í torgreidda problematikkin viðv. persónsupplýsingum í síni heild, tí at tingið harvið gjørdist betri ført fyri at meta um sín vilja. Hetta kveistraði hann til viks, lítilátin sum hann jú er um sín egna førleika og leiklut í politikki.
Rúni Hentze eigur sum lóggevari at tryggja sær, at øll eru líka fyri lógini og at øll verða viðgjørd eins og hann átti ikki at lagt seg upp at rættarfatanini hjá Høgna Hoydal, at man við eini nýggjari kunngerð kann taka givin loyvi aftur. Hetta eigur ikki at koma fyri í einum rættarsamfelag.