Rópa upp fyri tey verjuleysu

Javni er felagið hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Eitt av grundsjónarmiðnum hjá Javna er, at øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika. Tíverri mugu vit í Javna staðfesta, at framvegis er langt á mál á hesum øki

Einasta verjulóg, sum er í Føroyum, er frá 1922. Í hesi lógini mugu tey menningartarnaðu ómynduggerast fyri at hava ein verja. Tá hetta verður gjørt, tekur rættarskipanin yvir, og tann menningartarnaði verður ómynduggjørdur á øllum økjum. Rættarmissurin er so umfatandi, at tann menningartarnaði enntá ongan vælrætt hevur. Hetta er óvirðiligt fyri ein sum í stóran mun klárar seg sjálvan


Í Danmark hava tey eina nýggja verjulóg, sum gevur tí menningartarnaða rætt til eina tilveru, har hann kann hava ein verja á teimum økjum, har hann ikki klárar seg sjálvan. Tað vil siga, sum dømi, at um tann menningartarnaði ikki hevur so góðar møguleikar sjálvur at handfara sína egna pening, ja so hevur hann rætt til at hava ein verja, sum kann hjálpa honum at halda skil á tí.


Ein føroysk mamma hjá menningartarnaðum barnið stúrir av góðum grundum fyri, hvussu tað fer at ganga vaksna barnið sínum. Hon kann tí ynskja at ómynduggera tað fyri at tryggja, at eingin útnyttar sítt vaksna barna peningaliga. Men tá ið hon ómyndugger barnið, missir hon alla ávirkan, og tað almenna tekur yvir. Hvørki hon ella barnið sleppa nakrantíð aftur at undirskriva skjøl, sum viðvíkja barnið.


Í Danmark kann verjin vera ein avvarandi ella onkur annar einstaklingur uttan fyri skipanina. Har er verjin eitt menniskja, meðan skipanin sjálv er verji í Føroyum.  Tann danska lógin ger tað løgfrøðiliga lógligt fyri avvarandi at fara inn og verja tann menningartarnaða, meðan tey avvarandi í Føroyum standa hjálparleys og uttan nakra ávirkan.

 

Noreg hevur gjørt eina verjulóg eftir donskum leisti, og sjálvandi áttu vit at havt dagført okkara verjulóg eftir tí donsku fyri langari tíð síðani. Javni hevur trýst á fyri at fáa hesa lógina ígjøgnum. Tað síðsta vit vita er, at nú fyrrverandi landsstýrismaður, Jákup Vestergaard, hevur skundað undir at fáa lógina dagførda fyri einum árið síðani. Men enn er einki hent.


Javni heldur, at almannaverkið burdi verið so mikið at sær komið, at tey taka stig til at dagføra lógirnar, soleiðis at tey menningartarnaðu eisini kunnu liva í 2007. Sum nú er, liva tey menningartarnaðu í Føroyum undir eini lóg frá 1922, tá hugburðurin til tað at hava menningartarn –  og menniskjaligi hugburðurin í síni heild – var ein heilt annar enn í dag.

 

Kunnu vit sum borgarar liva við hesum? Kunnu landsins myndugleikar liva við hesum? Er tað ikki upp á tíðina, at vit vakna úr okkara Tornurósu svøvni?


Okkara áheitan til landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum skal vera at seta ein skjóttarbeiðandi bólk við umboðum úr Nærverkinum, Javna og Pædagogfelagnum, sum vit kunnu skipa umstøðurnar á bústovnum, soleiðis at bæði menning og trygd hjá tí einstaka er sett í hásæti.