Ikki óvæntað hildu viðhaldsfólkini hjá NSÍ serliga væl eygað við, hvat Christian Høgni Jacobsen gjørdi í dystinum. Ofta og títt vóru róp at hoyra móti honum, og ta einu ferðina gjørdist hálvgum rokut, tá Christian Høgni tacklaði Jens Martin Knudsen, sum skuldi taka málspark.
Sjálvur heldur høvuðspersónurin tó ikki, at hetta var tað stóra at tosa um.
- Tað er sjálvandi stuttligt at spæla móti einum fyrrverandi felag. Og tað hoyrir eisini til, at áskoðararnir tá rópa eitt sindur eftir mær. Júst handan støðan við Jens Martini var kanska nakað óneyðug, men eg vildi steðga spælinum, tí Rógvi framvegis lá á vøllinum. Men tað er jú soleiðis, at fótbóltur er, so hetta má væl eisini takast við, heldur hann.
Um sjálvan dystin, heldur Christian Høgni, at tað fyrst og fremst ráddi um at finna stigini.
- Tað byrjar at síggja betri út hjá okkum. Kanska var spælið ikki av tí allar besta hesaferð, men vit megnaðu fyri fyrstu ferð at halda málið reint. Og seinastu tríggjar dystirnar eru bara tvey mál farin inn, so tann parturin er vorðin munandi betri.
- Og sjálvt um vit ikki vóru so hvassir, sum vit kunnu vera, so haldi eg, at sigurin var uppiborin. Vit høvdu fleiri aðrar møguleikar, sum kundu givið mál, meðan NSÍ hinvegins skapar millum lítið og einki, helt Christian Høgni eftir dystin.
Komandi vikuna skal HB spæla móti VB/Sumba og AB, sum bæði eru undir strikuni. Men hóast kravið til HB heilt víst er seks stig í hesum, so vildi Christian Høgni bert tosa um trý teirra í fyrstu atløgu.
- Í støðuni, sum vit eru í, kunnu vit ikki loyva okkum at hyggja fleiri umfør fram. Og úrslitini hjá móti niðaru liðunum á talvuni staðfesta eisini, at vit skulu ikki taka nakað fyri givið.