Rís, rós og ráð

Makrelmálið kann býtast í tvinnar høvuðstættir: 1) Hvussu skipa vit fiskiskapin? 2) Hvussu tryggja vit okkum størri part av samlaðu makrelkvotuni? Báðir tættirnir hava týdning og eiga at handfarast rætt.

Rís
Fyrsta spurningin um, hvussu vit skipa makrelfiskiskapin, hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard,handfarið út av lagi vánaliga.

Fólkaflokkinum líkt hevur aðaltátturin í gongdini verið at lata fiskiloyvi til nýggjar aktørar, heldur enn at skapa verandi flota, sum hevur neyðugu fiskiorkuna, tryggar karmar at virka undir.

Tað hevur m.a. havt við sær, at skip við føroyskari manning nú liggja svínabundin, tí teirra kvota er uppi. Um somu tíð eru skip við stórt sæð bara útlendingum umborð farin at fiska.

Fólkaflokkurin hevur í áravís ávarað ímóti at geva landinum heimild at selja fiskirættindi í tilfeingisbúð. Tí tað sambært teimum fer at elva til, at føroyskir fiskimenn fara at standa og hyggja at, meðan útlendskir fiskimenn fiska fiskin á grunninum.

Nú er Fólkaflokkurin umvegis eina gávubúð farin at fremja tað í verki, sum ávarað hevur verið ímóti. Hvar er logikkurin?

Tað, ið her verður sagt, er ikki kritikkur av nøkrum reiðaríi, reiðara ella fiskimanni – útlendskum ella føroyskum. Talan er um rís til landsstýrismannin fyri hansara út av lagi vánaligu handfaring av hesum táttinum í makrelmálinum.

Rós
Fyri hin táttin í málinum eigur landsstýrismaðurin, landsstýrið og samgongan rós uppiborið.

Tað var rætt at áseta egna makrelkvotu og fara í “kríggj” við hini strandalondini um makrelin. Í roynd og veru hava vit einki annað val, skulu vit gera okkum tankar um at fáa størri part av kvotuni.

Onkuntíð røkka sámráðingar ikki. Tá er neyðugt at spæla við vøddunum.

Spell kortini, at formaðurin í uttanlandsnevndini, John Johannesen, saman við Javnaðarflokkinum andøvdi ímóti ætlanini at áseta kvotu. Tað hevur seinkað gongdini í málinum óneyðuga nógv.

ES og Noreg hava sæð vandan, nú makrelurin gongur eystari og norðari enn vanligt hevur verið. Tí hava tey lagt trýst á Føroyar, við hóttanum um havnarstongsul og uppsøgn av fiskiveiðu- og handilsavtalum, hildu vit ikki fram við samstarvinum.

Íslendingar hava fiskað stórar nøgdir av makreli, hóast teir ikki hava verið partur í “gomlu” strandalandaavtaluni millum ES, Noreg og Føroyar.

Neyðugi grundvøllurin undir ítøkiligum samráðingum og víðari samstarvi, hevur tí ikki verið til staðar.

M.a. tí var tað rætt at slíta samstarvið og áseta egna kvotu.

Ráð
Íslendingar hava í ár ásett sær kvotu av makreli á 130.000 tons og hava higartil longu fiskað knøpp 100.000 tons.

Tá samráðingarnar um makrelin byrja aftur í heyst, fara íslendingar at sita við borðið saman við ES, Noreg og Føroyum, sum góðkendur strandalandapartur. Í tí sambandi eiga vit at samstarva við Ísland mótvegis ES og Noreg.

ES og Noreg nýta órímilig vápn mótvegis okkum, nú fiskimenn forða okkara skipum at landa í Skotlandi og norskar havnir eru stongdar. Tí er upplagt, at Føroyar og Ísland eiga at standa saman, sum so mangan fyrr í fiskiveiðuhøpi.

Vit eiga kortini ikki at gloyma, at ein og hvør er sær sjálvum næstur. Ísland samráðist í løtuni við ES um limaskap og hevur somuleiðis ynski um at fáa so stóran part av samlaðu makrelkvotuni sum gjørligt.

Vandin fyri at sita eftir við minsta partinum av makrelkvotuni, tá avtornar, spøkir. Hini strandalondini eru langt síðan farin út um øll mørk í teirra krøvum, tá hugsað verður um okkara sámiligu avgerð um eginkvotu á 85.000 tons.

Samstarvs- og samráðingarvilji er neyðugur, men nýta vit ikki allar snildir okkum sjálvum at frama, kunnu íslendingar fara at renna undan saman við hinum og fáa størri part av makrelkvotuni, tá avtornar.

Tí eru ráðini, at vit longu nú umhugsa at áseta okkum eina hægri makrelkvotu, sum ikki er minni enn tann Ísland hevur ásett sær. Mótstøðan frá hinum londunum verður neyvan størri enn tann sama kortini.

Okkara bestu vápn í stríðnum um makrelin eru prógvini um, at makrelurin er í føroyskum sjógvi, at hann gýtir her, og at vit kunnu fiska hann.