Talan verður bæði um innsløg frá 100 árahaldinum, og um innsløg frá sjómannadegnum. Mánamorgun verða innsløg at hoyra á Rás2, sum eru tikin upp í Klaksvík í dag. Talan verður bæði um innsløg, sum hava samband við 100 ára haldið, og um innsløg, sum hava samband við sjómannadagin. Lurtarin fær m.a. høvið til at hoyra setunnarrøðuna hjá Torbjørn Jacobsen, og fær lurtarin eisini lut í onkrum tjaki, sum Tobbi hevur havt við fiskimenn á sjómannadegnum. Jan Müller varð eisini til staðar, tá nýggja standmyndin í Klaksvík varð vígd. Hetta og onnur innsløg úr Klaksvík verða at hoyra mánamorgun millum kl. 10 og 12 á Rás2.