Rás2 sigur frá báðum FM finalunum í flogbólti

Hilmar Jan Hansen sigur frá SÍ-Fleyr, menn og Fleyr-Dráttur, kvinnur.

Royndi frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen fer at siga frá báðum FM-finalunm í flogbólti, sum verða leiktar í høllini á Hálsi í Havn í dag.

 

Sendingin byrjar klokkan 13.15, og kann hoyrast á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Klokkan 13.30 spæla mennirnir hjá SÌ og Fleyr. SÍ vann fyrru FM finaluna 3-0 fyrradagin.

 

Klokkan 15.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og Drátti. Her ter tað Fleyr, sum hevur fyrimunin. Fleyr vann fyrru FM finaluna 3-1 fyrradagin.

 

Um Fleyr vinnur hjá monnum í dag verður eitt eyka "Gullset" leikt fyri at avgera FM finaluna. Tað sama verður galdandi um Dráttur vinnur hjá kvinnum í dag.