Í morgin, leygardagin klokkan 11 spæla U17 landsliðini hjá Føroyum og Fraklandi dyst í EM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum.
Trýst er á Fraklandi, sum óvæntað tapti 2-3 ímóti Ungarn í tí fyrsta dystinum, og tí verður talan um ein torføran dyst hjá føroyska U17 landsliðnum.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Sendingin byrjar klokkan 9.30. Fyrstu 50 minuttirnar hoyra vit reportasjuna hjá Tróndi Arge úr Kroatia, sum var send í SportBoxini á Rás2 fríggjamorgunin. Eftir tað sendingina verður sent beinleiðis úr Rásarúminum.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo, tá dysturin er liðugur.