Frásøgumaðurin, Tróndur Arge og viðmerkjarin, Pole J. Hansen eru aftur til dystin fúsir á Rás2, tá føroyska U21 landsliðið spælir HM-dyst ímóti Noregi í bólki A í HM-endaspælinum fyri U21-landslið, sum er í Algeria í hesum døgum.
Sendingin á Rás2 byrjar við upptakt klokkan 17.15. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á FM 94,8.
Talan er um ein oddadyst millum Føroyar og Noreg. Noreg hevur higartil vunnið 31-22 á Ungarn og 31-29 á Suðurkorea. Føroyar hava higartil vunnið 31-28 á Chile og 28-27 á Suðurkorea.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Tá liðugt er í Algeria í kvøld verður sett til Sarpugerði í Norðragøtu, har Hilmar Jan Hansen fer at sigga frá effodeildardystinum millum Víking og ÍF. Tann dysturin byrjar klokkan 19. Tað verður kunnað um gongdina í fyrra hálvleiki, og sagt verður frá øllum seinna hálvleiki, tá HM-dysturin millum Noreg og Føroyar er liðugur.