Rúsan verður granskarasetur

Løgtingið viðger í morgin uppskotið um at seta á stovn biotøkniligt granskarasetur í bygninginum hjá Vinnuframagrunninum á Smyrilsvegi, har Rúsdrekkasølan helt til fyrr Uppskotið leggur upp til at niðurkapitalisera Vinnuframagrunnin við 10 milliónum, so goymslan og handilin, sum fyrr húsaðu rúsandi fløskur, ístaðin skulu innrættast sum kanningarstovur og arbeiðspláss.

Granskarasetrið verður skipað sum eitt partafelag, ið verður sett á stovn av partafelagnum Fiskaaling.

Granskarasetrið leigar leigar hølini á Smyrilsvegi, sum eigarin Vinnuframagrunnurin innrættar. Tey fyrstu árini, meðan virksemið verður bygt upp, verður tó eingin leiga kravd.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskotinum, sum hevur aðru viðgerð í Løgtinginum í morgin.