fimleikur
Øll úr 1. flokki og eldri kunnu luttaka - treytað av, at 4-5 luttakarar eru í liðinum. Harafturat kunnu í mesta lagi 2 í liðinum verða við í stórkappingarfimleiki.
Kappingin verður býtt í 4 bólkar: 1. til og við 2. flokkur, 3. til og við 4. flokkur, 5. til og við 6. flokkur og 7. flokkur og eldri. Eru luttakarar úr fleiri bólkum á sama liðið, tekur liðið lut í kappingini, har elsti fimleikarin í bólkinum er flokkaður.
Liðini seta sjálv saman fimleikaseriu og skulu hava í huga, at dømt verður eftir: Kroppsburði, hvussu tryggar genturnar eru í venjingunum, samsvar millum tónleik og venjingar og hvussu genturnar fylgjast (gera í takt).
Tónleikinum stendur liðið eisini til at finna - og eiga fimleikararnir at hava í huga, um tónleikurin hóskar til seriuna.
Tilmeldingarseðlarnir skulu vera inni sum skjótast og kappingin verður sunnudagin 25. jan. 2004 í høllini á Stórheyggi. Kappingin byrjar kl. 14.00 við bólki 1. Fyrst við innleiðandi umførum í øllum bólkum, síðani eini finalu í hvørjum bólki.
Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki og heiðursprógv. Øll luttakandi fáa heiðursbræv. Seinasta freist fyri tilmeldan er leygardagin, 17. januar.