Úr Treblinka í Hvítu Húsini

Heini í Skorini bloggar úr Ísrael

”The State of Israel cannot decide whether it is a regional superpower or an isolated Jewish ghetto waiting for the next raid”. Soleiðis segði fyrrverandi leiðarin í ísraelsku fregnartænastuni, Shlomo Gazit, á eini ráðstevnu í Jerusalem, sum undirritaði vitjaði fyri stuttum. Og við hesum beinrakna setninginum tók hann saman um ta tvístøðu, sum eyðkennir statin Ísrael nú seksti ár eftir, at heimsins mest umstríddi nationalstatur varð settur á stovn. Andsøgnin er, at samstundis sum Ísrael anno 2008 er eitt regionalt hernaðarligt og búskaparligt superveldi, sum hevur útkonkurrerað allar aðrar aktørar í Miðeystri, so agerar politiska og hernaðarliga leiðsla landsins framvegis við útgangsstøði í vandanum fyri totalu oyðing Ísraels – tí sokallaðu “eksistentiellu hóttanini”, sum ísraelskir politikarar plaga at taka til. - Stríðið fyri at yvirliva í einum fíggindasinnaðum heimi er framvegis trygdarpolitiska doktrin nummar eitt, sum fyrrverandi verju- og uttanríkisráðharrin Moshe Arens segði á somu ráðstevnu. Sambært meiningarkanningum eru 80-90 prosent av ísraelska fólkinum sannførd um, at “Ísrael kann vinna eitt og hvørt regionalt kríggj”. Men samstundis vísa somu kanningar, at heili 67 prosent “kenna seg ótrygg og stúrin fyri framtíð Ísraels”. Yvirlegni og ótryggleiki alt í senn. Ein ambivalensur, ein tvístøða, sum eyðkennir jødiskan samleika, sjálvsfatan og politikk. Men hvaðani kemur rótfesti óttin? Fyrst og fremst frá søgu jødanna. Søgan um eitt fólk, hvørt tempul varð lagt í oyði av rómverjum. Hvørs 2000 ára tíðarskeið í útlegd var eyðkent av antisemitismu, jødaforfylging og holocaust í nazitýsklandi. Og sum hevur staðið í skugganum av ísraelsku-arabisku konfliktini síðani 1948, tá jødisku flóttarnir við eini ST-samtykt endiliga fingu sítt friðskjól í Palestina. Ótryggleikin er eitt mastersymbol í kollektiva minni jødanna. Traumatiska søgan ein hornasteinur í konstruktiónini av jødiskum samleika. Óttin er fólksins eksistentiella útgangsstøði. Og hetta søguliga viðføri jødanna liggur sum ein frágreiðandi dimensjón handan hetta yðjandi lívliga samfelagið. *** Við einum Hamas-stýri í Gaza og støðugu rakettálopunum inn í Suðurísrael, áhaldandi hóttanum frá Hizbollah í Suðurlibanon, eini iranskari kjarnorkuverkætlan við einum forseta, sum við jøvnum millumbilum brølar um at leggja Ísrael í oyði, skroypiligum friðarsamráðingum við palestinska sjálvstýrismyndugleikan og ísakøldum relatiónum til Sýria og Libanon, stendur Ísrael yvir fyri trygdarpolitiskum hóttanum á fleiri hermótum. Men tá tað er sagt, so kunnu allir hesir aktørar tilsamans ikki hótta sjálvan eksistensin hjá statinum Ísrael. Hernaðarligi styrkismunurin er heilt einfalt ov stórur, og haðani kemur yvirlegnið inn í myndina. Víst kunnu hesi lond og felagsskapir veita stóran skaða, og víst hokna knøini í jødisku fólkasálini, tá enn ein bussur ella kafé er farin í luftina. Men jødiska ghettoin hevur vaksið seg stóra og sterka. Auschwitz og Treblinka eru skift út við toppfundir í Hvítu Húsunum, kjarnorkuvápn, F16 flogfør, supereffektivar stríðsvognar og eina so professionella fregnartænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu við miklari øvund. Men ísraelskir politikarar eru dugnaligir til at mana fram holocaust við dag og dagliga at rópa um “hin seinasta tíman” og um næstu barbarisku innrásina, sum fer at gera enda á statinum Ísrael. Effektivar ræðukampanjur, sum bíta seg fastar í kollektivu tilvitskuna, og sum kunnu rættvísgera eina og hvørja hernaðarliga aktión í trygdarinnar navni. Tá amerikanski forsetin Ronald Reagan í 1982 frysti alt fyribils samstarv við Ísrael, eftir at ísraelski herurin við Ariel Sharon á odda hevði givið grønt ljós fyri massakruni í palestinsku flóttaleguni Shabra og Shatila í Libanon, og umleið 2000 menn, kvinnur og børn lótu lív við tí grundgeving, at PLO-terroristar goymdu seg í flóttaleguni, skrivaði ísraelski forsetin Menachem Begin hesi orð til Reagan: “Now may I tell you, dear Mr. President (...), that amongst those innocent civilians, Hitler and his henchmen hide in a bunker deep beneath the surface”. Fyri Begin, sum misti sína familju í týningarlegum í nazitýsklandi, var “Hitler” allastaðni. Og tað er hann framvegis fyri nógvar jødar – um enn hesaferð í arabiskum líki. Og pro ella anti Ísrael, so er hetta ein lykil til at skilja atferð Ísraels. Sitat: - Víst hokna knøini í jødisku fólkasálini, tá enn ein bussur ella kafé er farin í luftina. Men jødiska ghettoin hevur vaksið seg stóra og sterka. Auschwitz og Treblinka eru skift út við toppfundir í Hvítu Húsunum, kjarnorkuvápn, F16 flogfør, supereffektivar stríðsvognar og eina so professionella fregnartænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu við miklari øvund