Rættið Skálavíkini bróðurhond!

Landnyrðingsódnin farna gjørdi serliga vart við seg í nøkrum bygdum í landinum. Ein av teimum var grannabygdin fyri eystan, Skálavík. Tað var ikki ein tespilig sjón, sum bjóðaði Skálvíkingum góðan morgum eftir hørðu ódnarnáttina. Syrgiligar myndir av einum kollrendum og sundursoraðum lívi rundanum bátahylin í bygdini.

 

Nú skaðarnir verða uppgjørdir, er lítið at ivast í, at eisini landið eigur sín part av fíggjarliga upptakinum, tí skaðarnir mugu metast at vera komnir av veðurumstøðum, sum ikki liggja innanfyri tað vanliga føroyska vetraródnarveðri. Hettar má tí metast at vera ein støða, sum svarar til undantaksstøða í grannalonudm okkara. Tí er einki at ivast í, at ein partur av skaðunum, av ognum hjá kommununi eigur at vera fevnt av neyðrættinum hjá løgmanni.

 

Vit eiga tí eftir førimuni at hjálpa Skálavíkingum, eins og vit fegin hjálpa, tá tað er tørvur á hjálp í illa raktum grannalondum okkara, og landið eigur at taka sín part av byrðuni. Vónandi fara kommunurnar í oynni at rætti Skálavíkini bróðurhond. Sands Kommuna fer undir øllum umstøðum at viðgera eitt bráðfeingis uppskot um hjálp til Skálavíkar Kommunu á kommunustýrisfundi mánadagin komandi. Uppskotið er í størrri mun av súmbolskum týdningi, enn av fíggjarligum. Við hesum ynskir Sands Kommuna at rætta Skálavíkini bróðurhond, ið royndini at koma fyri seg aftur eftir Kyndilsmessuódnina í 2008.