Síðani skúlarnir byrjaðu aftur mánadagin, hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar. Her verður serliga hugsað um tey, sum koyra børnini í skúla, har hugt verður eftir um børnini sita í trygdarbelti og á barnasetrum eftir forskriftunum, og um onnur viðurskiftini eisini eru sum tey eiga.
Í hesum sambandi hevur løgreglan staðið við nógvar skúlar um morgnarnar, men tey siga, at støðan hevur verið heilt góð.
Men ein fekk bilførari hevur fingið bót fyri ikki at sita í trygdarbelti, og ein annar bilførari fekk bót tí hann hevði ikki koyrikort.
Og so varð ein bilførari tikin afturat, og hann bjargaði sær einum klippi í koyrikortinum fyri at hava eitt barn undir 15 ár í bilinum, uttan at syrgja fyri at spenna tað í trygdarbelti.