Tað hevur gingið væl hjá Neistanum higartil í ár. Bert tað eina tapið er tað blivið til, tá ið Neistin seinasta vikuskifti tapti við einum máli ímóti grannunum úr Kyndli.
Hinvegin hevur tað ikki, sum nógv annars væntaðu, gingið eftir ánni hjá vestmenningum. Leikandi venjarin, Daniel Rapa, hevur í seinastuni verið meiddur, og tað hevur merkt liðið.
Nógv skjótálop
Vestmenningar høvdu munin á neistamonnum so at siga allan dystin. Teir høvdu valt at verja offensivt, og tóku millum annað vengurnar hjá Neistanum út úr spælinum, og tá fingu gestirnir als ikki álopsspælið at ganga.
Neistin misti óteljandi bóltar í álopinum, og hetta gjørdu vestmenningar sær dælt av. Teir fingu eina rúgvu av málum (umleið helmingin) upp á skjótálop, og tað var skjótt, at VÍF hevði lagt seg avgerandi á odda. Tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, var VÍF á odda 11-7. Fýramálsleiðslan helt sær eisini til hálvleiks, tá ið støðan var 14-10 til vertirnar.
Dýrir 10 minuttir
Neistin gjørdi ein vørr beinanvegin í seinna hálvleiki. Leikandi venjarin, Andreas F. Hansen, skeyt tvey skjót mál, og so vóru brádliga bert tvey mál á muni, men hetta nervaði tó ikki vestmenningar, sum hildu fram við sínum spæli.
Avgerandi løtan í dystinum vardi tíggju minuttir. Tá ið átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, vóru vestmenningar á odda 17-14, og tíggju minuttir seinni vóru teir á odda 23-15. Tíggju minuttir, sum vestmenningar vunnu 6-1, og sum veruligani avgjørdu dystin, hóast tey flestu helst longu høvdu sæð VÍF sum vinnarar av dystinum.
Tað sum eftir var av dystinum, fylgdust liðini rættuliga væl, og endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur sigur til vestmenningar upp á 26-19.
Ringur dystur
hjá Neistanum
Hóast talan ikki var um ein væl leiktan dyst, so vóru tað summir spælarar, sum ein legði til merkis í dystinum í Vestmanna leygardagin.
Vanliga er tað Áki Olsen, sum skarar burturúr, tá ið VÍF spælir. Áki spældi eisini væl leygardagin, men ein annar leikari gjørdi eisini vart við seg. Tað var Martin Hummeland, sum spældi ein sera góðan dyst á veinginum og fekk heili seks mál.
Hjá Neistanum spældi Andreas F. Hansen ein góðan dyst. Hóast hann er darvaður av skaða, so fekk hann seks mál og fleiri brotskøst tann hálva tíman, ið hann var á vøllinum.
Andreas segði eftir dystin, at spælið hjá Neistanum gekk alt ov illa allan dystin, og álopið virkaði als ikki.
Trygvi Mortensen og Dánjal Hansen úr Tjaldrinum dømdu eisini mansdystin, og teir komu eisini væl frá hesi uppgávuni.