KRABBAMEINSÆTLAN
Tað var fyrrverandi landsstýrismaður, tá í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ið setti hesa kanningina í verk.
- Hetta var í september í fjør, so tað hevur tikið umleið 13 mánaðir at koma á mál í hesum arbeiðinum, sigur Jan Simonsen, sum hevur verið formaður fyri arbeiðsbólkin.
Tað var eitt nú eftir tilskundan frá Krabbameinsfelagnum, at arbeiðsbólkurin varð settur á stovn. Men hvat hevur so arbeiðsbólkurin lagt størstan dent á í sínum arbeiði.
- Vit hava havt ein arbeiðssetning at ganga eftir, og har hava vit sett fokus á allar teir liðir, sum ein sjúkratilgongd hevur hjá krabbameinssjúklingum. Tað ræður um at fáa eina rationella sjúklingagongd, har sjúklingurin kemur skjótt ígjøgnum øll liðini og fær eina dygdargóða viðgerð, sigur Jan Simonsen.
Arbeiðsbólkurin hevur eisini sett sjóneykuna á fyribyrgingarøkið.
- Kanningar aðrastaðni hava víst, at ein triðingur av krabbameinssjúkum kann fyribyrgjast, so tann partin hava vit eisini fokuserað uppá, sigur Jan Simonsen.
Hartil kemur, at tað var eitt ynski frá Krabbameinsfelagnum, at ljós eisini varð varpað á gransking.
- Og tað er eitt ótrúliga týdningarmikið øki, serliga tá hugsað verður um at fáa fólk at støðast innan sjúkrahúsverkið og at fáa rekrutterað nýggj starvsfólk. Og ikki minst, at tað kemur sjúklingunum tilgóða upp á sikt, at granskað verður innan økið, sigur Jan Simonsen.
Mangulfull hagtøl
Krabbamein er ein sjúka, ið er kend um allan heim, eisini í Føroyum. Arbeiðsbólkurin hevði tí eina ávísa vitan um økið framman undan, men okkurt nýtt kom fyri ein dag.
- Vit høvdu sjálvandi góðar keldur, so sum dátugrunnar og annað at arbeiða við, sum innihalda hagtøl fyri øll Norðanlond innan krabbameinsøkið. Men tað kom eitt sindur óvart á, at incidentirnir – tað vil siga staðfesting av nýggjum tilburðum av krabbameini – í Føroyum eru so lágir, sum teir eru. Deyðiligheitin hinvegin liggur á sama støði sum í grannalondunum, so taka vit lutfallið millum staðfestar tilburðir og deyðiligheit, so er deyðiligheitin í Føroyum rættiliga høg, sigur Jan Simonsen.
Tað kunnu tó verða ymiskar orsøkir til hesi hagtøl. Eitt nú screena vit ikki so nógv í Føroyum sum í grannalondunum, vit hava til dømis ikki mammografiscreening. Ein onnur orsøk kann vera vantandi skráseting.
- Tað vísir seg, at vit mangla hagtøl í Føroyum. Vit hava til dømis eingi hagtøl yvir tað, sum verður nevnt prevalens – tað vil siga, hvussu nógvir føroyingar liva við krabbameinssjúku eitt ávíst tíðarbil. Og vit hava ikki hagtøl yvir, hvussu nógvir føroyingar yvirliva, gerast frískir av krabbameini. Tað hava tey í øðrum londum, sigur Jan Simonsen.
So arbeiðsbólkurin heldur, at tað liggur rættiliga nógv á láni við hagtølum, og tí eigur stórur dentur at verða lagdur á, at fáa upparbeitt hagtøl innan krabbamein. Eitt av teimum 58 tilmælunum hjá bólkinum snýr seg júst um hetta, og mælt verður til, at eitt fólk verður sett burtur av at skráseta hagtøl.
Gjørt íløguætlan
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fekk handað hesa frágreiðingina í gjár, og tað fyrsta hann fer at gera, er at lesa hana gjølla ígjøgnum.
- Eg havi »skimmað« frágreiðingia ígjøgnum, og hetta sær út til at vera eitt dygdargott arbeiði, sum eg fegin vil takka arbeiðsbólkinum fyri, umframt øllum teimum ráðgevingarbólkum, ið hava verið við til at samansjóða frágreiðingina, sigur Aksel V. Johannesen.
Tað eru sum nevnt heili 58 tilmæli í frágreiðingini, summi kosta væl av peningi, onnur kosta einki.
- Her eru fleiri tilmæli, sum eru løtt og ókeypis at seta í verk, og tey ætli eg mær at leggja dent á at seta í verk skjótast gjørligt, sigur Aksel V. Johannesen.
Onkur av tilmælunum miðar ímóti at útvega nýggj tól, eitt nú scannarar. Men har er Landssjúkrahúsið upp á forkant við ætlanina.
- Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010 legði eg stóran dent á at peningur varð settur av til ein nýggjan MR-scannara og mammografisk tól, og har eru 10 milliónir settar av til ein CD-scannara á komandi fíggjarlóg. Síðani verða aðrar 10 milliónir settar av í 2011 til ein nýggja MR-scannara og sjey milliónir í 2012 til eitt nýtt mammografiskt tól, sigur Aksel V. Johannesen.
Gransking og hagtøl
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa so góð hagtøl, sum tilber.
- Frágreiðingin vísir, at meðan tilburðirnir av krabbameini í Føroyum eru munandi færri enn í grannalondunum, er deyðiligheitin á sama støði. Tað merkir, at lutfalsliga nógv fleiri føryingar doyggja av krabbameini enn í grannalondunum. Og har er gransking og dygdargóð hagtøl av sera stórum týdningi, sigur Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er nakað, sum hann fer at leggja stóran dent á, verður sett í verk skjótast gjørligt.
Eitt annað, sjum landsstýrismaðurin í løtuni umhugsar er, at leggja hesa frágreiðingina fyri Løgtingið til eitt aðalorðaskifti.
- Ja, tað er rætt. Tað er soleiðis, at fleiri av tiltøkunum, sum mælt verður til, kosta nógvan pening, samlað væntar arbeiðsbólkurin, at tiltøkini fara at økjast við 20 milliónum krónum. Tí skulu pengar eisini fáast til vega, og tað er orsøkin til, at eg havi umhugsað at leggja frágreiðingina fyri tingið til eitt aðalorðaskifti, sigur Aksel V. Johannesen.
Løgtingið hevur nógv at gera í løtuni, og tí væntar landsstýrismaðurin ikki, at hetta verður lagt fyri tingið fyrr enn fyrst í komandi ári.
- Men tað er einki at ivast í, at eg raðfesti hetta øki rættiliga høgt. Tað er soleiðis, at allir føroyingar beinleiðis ella óbeinleiðis verða raktir av krabbameini. Tí er hetta nakað, sum allir føryingar eru áhugaðir í, og tí skulu vit gera alt tað, vit kunna fyri at fyribyrgja sjúkuni, og um hon brýtur út, at vit so basa sjúkuni, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.