Áleyparin Mads Raben verður ikki longur partur av hópinum hjá TB. Hesum boðar TB frá seinnapartin í dag. Sambært felagnum er sáttmálin við 24 ára gamla danan farin úr gildi pr. 1. august 2020.
– Vit ynskja Mads bestu eydnu í framtíðini og takka honum fyri hansara tíð í felagnum, skrivar TB.
Mads Raben kom til TB í vetur úr danska liðnum Dalum, har hann hevði skotið níggju mál í 16 dystum. Hann hevur eisini spælt við fleiri ungdómslandsliðum hjá Danmark, so vónirnar vóru stórar fyri Raben.
Áleyparin gjørdi tó ongantíð ordiliga um seg í føroyskum fótbólti, og fyrr í summar ljóðaði tað, at hann ikki verður partur av hópinum í seinnu hálvu.
Hetta er so váttað nú, stutt aftaná at TB hevur boðað frá, at liðið hevur fingið sær nakrar nýggjar leikarar úr Danmark.