Í kvøld er frumsýning av leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya. Hetta er nýskrivaður leikur eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.
Marjun hevur roynt seg bæði við yrkingasøvnum, stuttsøgum og søgum. At hon nú roynir hon seg við einum leikverki, vísir hvussu fjøltáttað listafólk Marjun er. Men hetta er nakað annað enn bøkurnar, har Marjun sjálv sleppur at seta síðsta punktum.
- Ja, hetta er heilt øðrvísið enn ein bók, har sum eg bestemmi alt. Her má alt, sum eg vil forklára, liggja í replikkinum, man sleppur ikki at skriva rundanum.
Hon vigongur eisini, at hon er ræðslusligin fyri frumframførsluni leygarkvøldið, og at hon ristist bara við tankan um hana.
- Eg havi roynt at meditera, og vant meg við tankan, at eg ikki bestemmi.
Les samrøður við Marjuna og tónasmiðin Trónd Bogason í Vikuskiftissosialinum, ið kann keypast á netinum her
Hygg at myndasavni frá leikinum her