Hóast VÍF var stórfavorittur undan finaluni, so er tað Neistin, sum er á odda í hálvleikssteðginum.
Ein, sum hevur sera gott innlit í føroyskan hondbólt, er Claus Rasmussen, sum er venjari hjá VB-kvinnunum. Og hann tykist ikki vera so bilsin um støðuna, sum fleiri onnur kanska eru.
- Hetta vísir, at um tú ert klárur og intensur í verjupartinum, so røkkur tað í sjálvum sær heilt langt. Kanska hevur Sjúrður Thomassen yvirraskað eitt sindur, tá hann skjýtur fýra mál á rað, men vit síggja ein Mikkjal Hansen, sum spælir ein branddyst, og tað kann hann bara, tí hann hevur eina góða verju. Har hevur Jón Ludvík verið ein veruligur brandur, og so er spurningurin, um Neistin kann halda ferðini uppi gjøgnum allan dystin.
Hjá VÍF hevur tað serliga verið stuttligt at sæð ungar menn sum Áka Egilsnes, Julian Olsen og Niklas Petersen standa so sterkar í myndini. Tað er við at spæla slíkar dystir, at hesir fáa hár á bringuna. Karmarnir og intensiteturin eru við til at menna spælararnar, og tað er nakað, sum landsliðsvenjarar okkara njóta gott av, sigur Claus Ramussen