– Fyri fyrstu ferð er Ræst í Havn komið við í The World’s 50 Best Discovery. Ræst er einasta føroyska matstovan, sum er tikin við í hesa altjóða vegleiðingin, ið vísir fram framúrskarandi matstovur, barrir, hotell og víngarðar kring heimin.
At Ræst nú er komin við, er enn eitt stig fram á leiðini fyri matstovuna, sum støðugt hevur vunnið sær størri viðurkenning, síðani meksikanski høvuðskokkurin Sebastian Jiménez og matstovuleiðarin og sommelierurin Karin Visth tóku yvir leiðsluna í 2023.
– Vit eru sera errin av, at Ræst og Føroyar nú eru komin á altjóða kortið sum partur av hesum úrvali av serligum matstovum kring heimin. Vit hava stórar ætlanir fyri hesa lítlu matstovuna á heimsins útjaðara, og henda viðurkenningin er eitt týdningarmikið stig á leiðini, sum júst er byrjað, sigur Sebastian Jiménez.
Jiménez er ættaður úr Puebla í Meksiko. Hann kom til Føroya at arbeiða á kendu matstovuni KOKS, áðrenn hann tók við sum høvuðskokkur á Ræst.
Har hevur hann ment eina matskrá, sum sameinir meksikanskar matsiðir við føroyskum rávørum, serliga sjógæti, og teimum sermerktu føroysku fermenteringarháttunum, sum millum annað fevna um ræst lambskjøt.
Ræst kjøt er gomul føroysk siðvenja, har lambskrov hanga í serliga gjørdum hjallum í tríggjar til seks mánaðir og gerast fermenterað. Tað gevur kjøtinum ein serstakan og kraftmiklan smakk, sum er eyðkendur fyri matskránna á Ræst.
Alt hetta verður borið fram í einum 400 ára gomlum húsum við flagtaki mitt í gomlu Havnini.
##med2##
Fleiri altjóða viðurkenningar
Í fjør fekk Sebastian Jiménez tveir av trimum knívum frá The Best Chef Awards, har hann eisini fekk serligu Next Gen Award-virðislønina sum einasti vinnarin.
Somuleiðis valdi White Guide Ræst sum sætt bestu matstovuna í danska ríkinum.
Í ár hava Jiménez og Ræst vunnið Ársins rætt hjá donsku matummælarunum, og nýliga fekk matstovan 95 stig frá Falstaff Nordics.
Viðurkenningin frá The World’s 50 Best Discovery er tí eitt natúrligt næsta stig.
– Tað er eingin loyna, at vit vilja spæla við í fremstu deildini, og henda viðurkenningin er eitt týdningarmikið fet á leiðini. Vit vóna, at hetta eisini fer at styrkja støðuna hjá Føroyum sum einum matferðamáli í heimsflokki, sigur Karin Visth.
Hon hevur ábyrgdina av vínkortinum hjá Ræst, sum fevnir um 550 ymisk vín og er mett sum eitt av teimum bestu í heiminum av Star Wine List.
##med3##
Um The World’s 50 Best Discovery
Nýggju upptøkurnar í The World’s 50 Best Discovery fevna um meira enn 210 matstovur, 110 barrir, 130 hotell og nú eisini meira enn 190 víngarðar.
Hvørt stað verður valt út frá atkvøðum frá teimum meira enn 3.000 limunum í teimum altjóða dómsnevndunum, sum eisini gera listarnar The World’s 50 Best Restaurants, Bars, Hotels og Vineyards.
50 Best Discovery er tó ikki ein styrkisrøð. Tað er ein altjóða vegleiðing til serligar upplivingar, og matstovur kunnu ikki sjálvar søkja um at sleppa við.
##med4##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
Um Ræst
Ræst heldur til í einum av elstu húsunum í Havnini – einum umleið 400 ára gomlum húsi við flagtaki í hjartanum í gomlu Havnini.
Matstovan sameinir føroyskar rávørur við meksikanskum íblástri og leggur stóran dent á føroyskar fermenteringarsiðir og føroyskt sjógæti.
Í kalda føroyska sjónum vaksa til dømis ígulker, jákupskel og jomfrúhummarar spakuliga og fáa ein serligan søtan og reinan smakk. Á Ræst verða hesi skeljadjór tikin hvønn dag úr matstovunnar egnu goymslu við livandi sjógæti uttan fyri Havnina.
15-rættaða matskráin er ein sansalig ferð gjøgnum føroyska náttúru, veðurlag og mentan, har bæði feskar og fermenteraðar føroyskar rávørur, sjógæti og kjøt fáa høvuðsleiklutin.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
































