Hetta er rætta løtan til at byggja nýggja virkið á Tvøroyri
Tað sigur Varðin á síni heimasíðu í kvøld
Tað var í gjárkvøldið, at stjórin hjá Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, kunngjørdi fyri starvsfólkunum, at ætlanin er at byggja eitt nýtt svartkjaftavirki á Tvøroyri. Virkið verður har landingarmiðstøðin hevur hildið til , beint við uppsjóvarvirkið hjá Varðanum.
- Hetta er ein liður í langtíðarætlanunum hjá Varðanum, sigur Varðin.
Tey siga, at Varðin skal vera eitt felag, sum ger matvørur, og sum virðisøkir tað tilfeingi, vit hava her í Føroyum.
Svartkjaftur er eitt fiskaslag, sum er fiskandi ein stóran part av árinum, og er at fáa í stórum nøgdum og á nýggja virkinum er ætlanin at mala fiskin til surimi.
- Hetta er ein íløga á millum 60 og 70 milliónur krónur og fer at geva arbeiði til eini 70 fólk. Virkið kemur at standa fyri eina virðisøking á einar 35 milliónur árliga og tað verður væntandi liðugt um eitt ár.
Varðin sigur, at svartkjafturin verður skorin til flak og malin til fars, áðrenn hann fer í surimi maskinurnar.
- Surimi hevur verið framleitt í Føroyum áður, bæði á Bluenorth í Kollafirði, umborð á Olafi í Garðastovu, umborð á Næraberg og Atlantic Navigator.
Tøknin mennist alla tíðina, og nú heldur leiðslan á Varðanum, at tíðin er búgvin at gera hesa íløguna.
Varðin sigur, at hetta verður eisini ein fyrimunur fyri skipini og manningarnar, tí nú fer at bera til at lata hægri prís fyri fiskin, skipini avreiða til virkið