- Tað seinasta árið í Liverpool hevði eg stjórar, sum einki vistu um fótbólt. Tú kundi heldur ikki tosa um fótbólt við teir, sigur Rafael Benitez.
Tað er óvist júst hvørjum í leiðsluni í Liverpool Rafael Benitez leggur eftir, men Dailymail metir at tað møguliga er Christian Purslow, ið er dagligur leiðari í Liverpool.
Rafael Benitez er í dag venjari hjá Champions League vinnarunum, Inter Milan, hvørs eigari eitur Massimo Moratti. Hann er kendur fyri at hava ein fingur við í spælinum, tá Inter skal keypa leikarar, men honum hevur Rafael Benitez bara gott at bera.
- Eg og Massimo Moratti finna væl útav tí og hann er ein maður, sum kennir til fótbólt, sigur Rafael Benitez.
50-ára gamli Rafael Benitez var venjari hjá Liverpool frá 2004 til í summar. Hann var mangan í opnum kjaki við eigarar og stjóarar hjá Liverpool.