Ragnar heldur fram í Sundalagnum

Ragnar B. Danielsen verður eisini í 2022 í EB/Streymi

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur hevur í dag skrivað undir sáttmála við Ragnar B. Danielsen, sum ber við sær, at Ragnar eisini í 2022 fer at spæla við EB/Streymi. Felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum og á Eiði fer í 2022 at eiga heimavøll við Margáir.

 

EB/Streymur skrivar soleiðis:

 

Ragnar B. Danielsen er úr Klaksvík, men kom til felagið frá KÍ í 2015, og fekk somuleiðis sín fyrsta dyst í bestu deildini í 2015. Tilsamans hevur Ragnar nú luttikið í 135 dystum í bestu deildini, umframt 12 dystum í steypakappingini og 41 dystum í 1. deild fyri felagið.


Sostatt má 29 ára gamli Ragnar roknast sum ein av okkara royndastu leikarum, og er eyðkennið fyri Ragnar, at hann er sera seriøsur og er ein, sum venjarin kann brúka á flest øllum plássum á vøllinum.

 

Mynd: EB/Streymur