Ragnheiður fekk barnaheiðurin

Mikudagin fekk íslendski rithøvundurin Ragnheiður Gestsdóttir handaða Norðurlendsku Barnabókavirðislønina 2005. Virðislønin varð latin fyri alt ritverkið hjá høvundanum, men serliga fyri ungdómsskaldsøguna Sverðberinn, sum kom út síðsta ár


Íslendska Ragnheiður Gestsdóttir hevur skrivað og myndprýtt bøkur og frálærutilfar síðani 1984. Seinnu árini er hon tó vorðin mest kend fyri sínar endursagnir av gomlum íslendskum ævintýrum umframt eina røð av bókum fyri børn og ung.
Tveir heimar
Eins og í nógvum íslendsku ævintýrunum, er høvuðspersónurin í bókunum hjá Ragnheiður Gestsdóttir sum oftast ein genta. Serliga er tað sagnkvinnan Leda við svananum, sum gongur aftur í bókunum hjá høvundanum.
Virðislønta skaldsøgan Sverðberinn snýr seg um gentuna Signy, sum liggur í koma á sjúkrahúsinum eftir eina bilvanlukku. Hin høvuðspersónurin er Leda, sum er navnið, Signy hevur valt sær til sín leiklut í einum lutaleiki, hon og vinfólkini eru sera upptikin av. Og soleiðis verður søgan um Signy søgd í tveimum løgum. Vit fylgja familjuni og vinunum hjá Signy og koma at kenna tey, meðan tey sita við sjúkrasongina. Samstundis stríðist Leda av øllum alvi í sínum fantastiska ævintýriheimi at fría álvarnar frá tí óndu ísdrotningini. Fyrigeving og dirvið verða týðandi tema í skaldsøguni, sum er skrivað í dramatiskari nútíð í einum filmskendum stíli.
Modernaðir lutaleikir og sagnir
Ragnheiður Gestsdóttir fekk hugskotið til Sverðberinn, tá hon helt sonin og hansara vinmenn vera í so hugtiknar av einum lutaleiki, teir kundu sita og spæla til langt út á næturnar. Ragnheiður vildi fegin vita, hvat tað var, sum var so ómetaliga hugtakandi við at spæla hesar lutaleikir. Og skjótt mátti hon viðganga, at hesi spølini kanska ikki vóru so skaðilig, sum hon hevði hildið. Hon gjørdist sannførd um, at lutaleikir eru við til at menna hugflogið hjá teimum ungu, serliga tí teir ofta krevja, at tú lesur gamlar sagnir og gudalærur. Fyrsti íblásturin til Sverðberinn byrjaði at spíra, men tað var sonurin hjá Ragnheiður, sum kom við hugskotinum um at lata høvuðspersónin liggja í koma fyri á tann hátt at fáa flættað ein gandakendan heim inn í søguna.
Ragnheiður góðtók hugskotið, men setti uppá at skapa eitt nátúrlig samband millum gandaheimin og sjúkrahúsið, har Signy liggur. Tí valdi hon at brúka sagnkvinnuna Leda, sum vanliga sæst við einum hvítum svana, sum við sínum sermerkta sangi kann vekja menniskju ella fáa tey at sovna. Í Sverðberinn verða starvsfólkini í hvítu kitlunum á sjúkrahúsinum soleiðis ímyndin av svanunum, sum eisini virka sum hjálparar í gandaheiminum. Signy stríðist sostatt eitt stríð um lív og deyð í tveimum heimum samstundis. Eisini aðrir persónar í bókini hava ein slíkan dupultan leiklut. Til dømis er beiggi Signy, sum er rúsevnamisnýtari, tann sami, sum tann sovandi álvakongurin, meðan ísdrotningin er ein ímynd av valdinum, rúsevni kunnu hava á menniskjum.
Vónin
Sjálvt um tað fleiri ferðir stendur um lív hjá Signy, yvirlivir hon hóast alt. Ragnheiður Gestsdóttir er nevniliga sannførd um, at hon sum barna- og ungdómshøvundur hevur skyldu til at halda lív í vónini. Men alt endar ikki bara eydnuríkt kortini. Í bilvanlukkuni fær sjeikurin hjá Signy so stóran skaða, at hann endar í koyristóli, og enn ber ikki til at siga, um hann kemur at ganga aftur ? møguliga ...
Eitt annað afturvendandi tema í ritverkinum hjá Ragnheiður er happing. Í skaldsøguni Leikur á borði frá 2000 verður høvuðspersónurin Sóley happað í skúlanum, sjálvt um onki sum so er ?galið? við henni. Søgurnar hjá Ragnheiður um happing eru oftast øðrvísi á tann hátt, at ongin beinleiðis kann sigast at vera óreinur. Í eini samrøðu hevur høvundurin sagt, at hon er sannførd um, at børn ikki verða happað, tí tey síggja øðrvísi út, men tí tey ikki duga at bíta frá sær, og verða hangandi í offurleiklutinum. Men tað er ein leiklutur, sum tað ber til at tveita av sær, so eisini her er vónin eitt týðandi tema.
Ragnheiður Gestsdóttir fekk eisini Norðurledsku Barnabókavirðislønina fyri sínar myndprýðingar. Hon myndprýddi sína fyrstu bók longu sum 18 ára gomul, og seinni hevur hon lisið listsøgu á Århus Universitet. Hennara tekningar eru klárar og einfaldar, og myndirnar litríkar og vakrar, við einum myndamáli, sum altíð leggur upp til, at børnini sjálvi byggja sær sínar egnu myndir víðari frá teimum.
KASSA
Norðurlendska Barnabókavirðislønin varð latin fyrstu ferð í 1985. Seinastu fimm árini hava hesi fingið virðislønina:
2004 Lene Kaaberbøl, Danmark
2003 Kristín Steinsdóttir, Ísland
2002 Thore Hansen, Noreg
2001 Edward Fuglø, Føroyar
2000 Bent Haller, Danmark