Astrid Lindgren Memorial Award (ALMA) er stórsti heiðurin, sum ein barnabókarithøvundur kann fáa. Í týdningi svarar hann nøkurlunda til eina Nobel heiðursløn, tí fólk runt allan heimin verða tilnevnd til heiðurslønina, sigur Rakel Helmsdal.
Heiðurslønin verður latin einaferð um árið, og er ein upphædd á fimm milliónir svenskar krónir, ið verður latin einum, ella fleiri, av teimum tilnevndu. Tað eru bæði rithøvundar, teknarir, og ritstjórar sum kunna fáa heiðurin.
- Eg eri ótrúliga glað og fegin um, at har eru fólk, sum halda, at tað nyttar at tilnevna meg til hendan heiðurin, sigur Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal er einasti Føroyingur, sum nakrantíð hevur verið tilnevnd ALMA heiðurslønina, hon hevur verið tilnevnd tvær ferðir áður, í 2013 og 2014, og hetta er triðju ferð hon er tilnevnd.
Stóra upphæddin, sum fylgir við heiðurslønini, skal vísa á hvussu umráðandi tað er at geva út barna- og ungdómsbøkur. Meiningin er eisini at upphæddin skal geva íblástur, og peningaliga hjálp, til meira virksemi innan barna- og ungdómsbøkur.
Orsøkin til heiðurslønina er, at varpað ljós á týdningin av grundleggjandi rættindinum hjá øllum ungum og børnum. Heiðurslønin eftir Astrid Lindgren var grundløgd í 2002, og er umboðað av svenska mentamalaráðnum.
Tað eru 12 fólk, ið eru við til at velja tann, ið heiðurslønin verður latin til. Út av teimum 12, er altíð ein limur, sum umboðar familjuna hjá Astrid Lindgren, restin eru rithøvundar, ummælarar, bókavørðar o.s.fr.
Heiðurslønin verður latin í mai/juni mánað, í næsta ár.