Føroyski rithøvundurin, Rakel Helmsdal, er í uppskoti til at fáa virðislønina hjá útnorðurráðnum fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Dómsnevndirnar í teimum trimum londunum út útnorði hava skotið hvør sína bók upp, og úr Føroyum er avgerð tikin um at skjóta bókina, Loftar tú mær, hjá Rakel Helmsdal, upp.
Úr Grønlandi er myndabókin, Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat – Det smukkeste juletræ i verden, hjá Juaaka Lyberth, í uppskoti, og uppskotið úr Íslandi er myndabókin, Langelstur að eilífu – Forevigt den allerældste, sum Bergrún Íris Sævarsdóttir hevur skrivað.
Tað verður á bókadøgum í Norðurlandahúsinum í Havn í november, at tað verður avdúkað, hvør fær virðislønina.
Virðislønin verður útlutað annaðhvørt ár. Í 2018 var tað føroyska myndabókin, Træið, hjá Bárði Oskarsson, sum vann.