Rakettir eftir Arafat

Ísraelskar stríðstyrlur skutu í gjár rakettir eftir høvuðsskrivstovuni hjá Yasser Arafat í býnum Ramallah

 

Sambært vesturlendskum tíðindafólkum raktu tríggjar av rakettunum mál, sum vóru bara fáar metrar frá skrivstovuni hjá Arafat.

Palestinskir tænastumenn tóku alt fyri eitt til rýmingar, men Arafat sjálvur var ikki at síggja. Talsmenn hansara søgdu, at palestinski leiðarin var til arbeiðis á skrivstovuni.

Sambært einum tíðindamanni hjá bretska BBC brast ein rakett so tætt skrivstovubygninginum, at stórt hol kom í veggin. BBC vildi eisini vera við, at tvey fólk fingu skaða av brestinum.

Álopið á skrivstovuna hjá Arafat í Ramallah var fyribils tað seinasta í einari røð av ísraelskum álopum, sum byrjaðu mánadagin, og sum vórðu ætlað sum hevnd fyri palestinsku bumbuatsóknirnar leygardagin og sunnudagin, tá 26 ísraelsmenn doyðu, og umleið 200 fingu skaða.

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur gjørt greitt, at Arafat má átaka sær alla ábyrgdina av teimum blóðugu bumbuatsóknunum seinasta vikuskiftið.

Ísrael sigur, at palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir við Arafat á odda mugu roknast sum ein felagsskapur, ið tekur undir við yvirgangi. Samstundis hevur ísraelska stjórnin lýst lívverjuna hjá Arafat, Deild 17, sum yvirgangsbólk. Sama skoðsmál hevur vápnaði parturin av Fatah-felagsskapinum hjá Arafat fingið.

Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini bera í sær, at hesir felagsskapirnir nú eru lóglig álopsmál hjá ísraelska herinum.