17 ára gamli Denis Shapovalov úr Kanada verður mettur at vera eitt av størstu talentunum í tennis, men tað gekk einki serligt, tá ið hann í gjár fekk sín fyrsta dyst á kanadiska Davis Cup-liðnum í dystinum ímóti Stórabretlandi.
Denis Shapovalov, sum í fjør vann ungdómskappingina í Wimbledon, var ávegis at tapa dystin ímóti Kyle Edmund, tá ið hann langaði ein bólt burtur av berari øði. Óheppið fyri hann, so rakti hann dómaran beint í høvdið.
Dómarin, Arnaud Gabas, hevði eina løtu um at koma fyri seg aftur, og hesa løtuna kom kappingarleiðarin á vøllin og greiddi Denis Shapovalov frá, at hann nú var dømdur at tapa dystin. Stórabretland vann eisini samlaða dystin og hevur nú spælt seg í fjórðingsfinaluna í Davis Cup.
- Hendan gerðin er ikki til at góðtaka. Eg kann vissa um, at hetta var seinastu ferð, at eg geri nakað líknandi. Eg havi svikið mítt lið og alt mítt land fyri eina gerð, sum ongantíð var mín ætlan, sigur Denis Shapovalov við BBC
Umframt at verða útihýstur frá kappingini, so hevur Denis Shapovalov nú eisini fingið 48.000 krónur í bót frá altjóða tennissambandinum. Sjónband av hendingini sæst omanfyri.