Rakul Dalsgaard: Viðmerkingar til Hanus Samró og hansara útsøgn

- Barsilsskipanin má ikki verða ov góð -

 

Út frá hesari greinini og øllum tí, sum eg higartil havi sæð og hoyrt til Hanus Samró, kann eg bara staðfesta, at vit hava TOTALT hvør sín holdning tá tað kemur til, hvat meiningin við lívinum er, hvat er rætt/skeift, hvat er vigtigt/ikki-vigtigt osv.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, eg standi púra paff og tonki við mær sjálvari: Kann nakar virkuliga hugsa so??? Seinast var, tá Hanus Samró indirekta uppfordraði til, at man átti at tikið matin, sum allíkavæl skuldi vekk og givið til tey, sum eru undir forsorg… Hetta var tá tingfólkini ásettu eina standard upphædd hvønn mánað til tey, sum eru undir forsorg, ístaðin fyri at tey móttóku eina peningaupphædd, samsvarandi neyðturviliga tørvinum hjá húskinum.

 

Nú sigur Hanus Samró, at barsilsskipanin ikki má vera so góð, at kvinnur velja at verða heima ov leingi, tí tað krevur fakligheit at vera á arbeiðsmarknaðinum, og um kvinnurnar eru ov leingi burtur, so missa tær fakligheitina. Eg skilji væl, hvat hann sigur her: ”Undgå at belønne uønsket adfærd”, men er tað virkuliga komið so langt, at tað er óynskt atferð, at ein mamma er heima hjá sínum lítla barni?

 

Og so leggur hann dent á, at tað serliga eru kvinnur við góðari útbúgving, sum ikki skulu vera heima ov leingi… Er tað so okey, at kvinnur sum ikki hava hægri útbúgving eru heima leingi? Eg skilji ikki differentieringina, tí eru allar kvinnur ikki líka vigtigar fyri arbeiðsmarknaðin, faklærdar sum ófaklærdar? Og passar tað virkuliga, at tað er ein spurningur um vikur, áðrenn ein kvinna missir sína fakligheit?

 

Harafturat sigur hann, at samfelagið brúkar nógvan pening upp á at útbúgva kvinnur. Hetta taki eg sum eitt fornermilsi, tí indikerar hann ikki her, at vit kvinnur skylda samfelagnum nakað? Gera vit ikki okkara samfelagsskyldu, tá vit eru heima hjá barninum?

 

Vit í seinmodernaða samfelagnum hava tendens til at lovprísa arbeiðinum og halda, at jú MEIRI fólk arbeiða, jú betur er tað fyri samfelagið í síni heild. Við at arbeiða, skapar menniskjan nakað sum hevur stórt virði - brúksvirði. Brúksvirði kann bæði vera nakað materielt og nakað immaterielt. Tað, at ein mamma er heima hjá sínum barni er, eftir mínum tykki, tað týdningarmiklasta immateriella virði yvirhøvur. Familjan er tann vigtigasta eindin í samfelagnum, og tí er tað alneyðugt, at pláss er fyri einum góðum familjulívi.

 

Arbeiða vit kvinnur ikki ivaleyst? Eg haldi, at hugburðurin hjá Samró minnir um hugburðin sum man í dag hevur til búrhønur: Vanligar hønur verpa 6 dagar um vikuna og hava so ein frídag. Við ljósi og hita, hevur man nú snýtt búrhønurnar so at tær verpa 7 dagar um vikuna. Gott nokk fær mann so eitt eyka egg, men bæði trivnaðurin og livialdurin hjá hønuni verða sterkt reduserað. Eg trúgvi, at tað sama er galdandi fyri okkum menniskju – Hvis vit blíva pressaði ov nógv og t.d. barsilsskipanin verður stytt, so vil í øllum førum trivnaðurin, nøgdsemi, motivatiónin og gleðin hjá bæði kvinnuni og barninum reduserast.

 

”Arbeit macht frei” (arbeiði ger teg frían) stóð uppiyvir inngongini til fleiri av nazi-konsentratiónslegunum undir 2. verðaldarbardaga, m.a. Auschwitz. Útsøgnin var ein lygn, tí arbeiðið gjørdi ongan frían, sjálvt um onkur stakkals sál nokk neyðhelt sær í vónini um, at orðini á skeltinum passaðu. Meira arbeiði og stytt barsilsfarloyvi er IKKI svarið eftir mínari meining. Heldur tvørturímóti.  

 

Rakul Dalsgaard