Randi og Andras eru ársins málverjar

Ársins málverji - Randi Wardum og Andras Gangó vóru bestu málverjarnir í føroysku landskappingini

Randi Wardum og KÍ vunnu aftur greipuna í ár.
Umframt flottu úrslitini í heim­ligu kappingunum, stóðu kvinn­urnar úr Klaksvík seg eisini væl í altjóða kappingini fyri meist­arar.
KÍ hevur verið einaráðandi, og Randi Wardum var sjáldan sett undir veruligt trýst í hes­um kappingarárinum.
Men hon er besti málverjin í kvinnudeildini.
Tað hevur hon verið so ofta, at hon hevur gloymt, hvussu ofta hon er kosin ársins mál­verji.
Hon hevur hinvegin verið í betri venjing fyrr.
– Eg spældi í Íslandi fyri tveimum árum síðan, og tá var eg betri, enn eg eri í dag. Mál­mansvenjing verður ikki raðfest serliga høgt í Føroyum. Tað er spell, tí tað ger stóran mun, sigur Randi Wardum.

Andras best hjá monnum
Andras Gango skifti úr ÍF til NSÍ undan kappingarbyrjan í ár.
Tað eydnaðist so mikið væl, at hann er kosin ársins málverji í føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð.
26 ára gamli ungarin vann framman fyri Jákup Mikkel­sen, sum loysti Gangó av í Fuglafirði.
– Jákup Mikkelsen er millum bestu málverjarnar í Føroyum nakrantíð. Tað er stuttligt at vera framman fyri hann, sigur András Gangó, sum er errin av herðaklappinum.
Tað er longu greitt, at Gango spælir eisini við NSÍ í 2011.