Nýggi høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Ralf Rangnick heldur eins og aðrir høvuðsvenjarar í Onglandi, at dystarskráin hjá ensku liðunum er alt ov rokað.
Ralf Rangnick heldur, at Liga Cup steypakappingin eigur framyvir at droppast fyri at taka atlit til heilsuna og trygduna hjá spælarunum. Ralf Rangnick ásannar, at Liga Cup kappingin er ein góð inntøkukelda hjá liðunum í teimum lægru deildunum, men hann heldur, at møguleikin at droppa Liga Cup kappingini eigur at umhugsast.
Ralf Rangnick heldur, at dystirnir sum standa á skránni til 2. og 3. jóladag eiga at spælast, soframt korona-støðan loyvir tí.
Manchester United skal sambært skránni spæla móti Newcastle United á útivølli triðja jólakvøld klokkan 20.