Ranva vann dekkini

Ranva Heinesen í Klaksvík var tann fyrsti hepni vinnarin av fýra vetrarlamellkavadekkum, sum Sosialurin saman við Super Dekk lutar burtur

Sosialurin hevur nú trekt fyrsta vinnaran av teimum 16 vetrarlamelldekkunum, sum lutað verða burtur í hesum døgum.

Tey fyrstu fýra dekkini fóru til Klaksvíkar, og var tað Ranva Heinesen í Kráargøtu, Klaksvík, sum vann dekkini.

Ranva kann venda sær til Sosialin ella til Super Dekk og har frætta nærmari um, hvussu hon fær fatur á dekkunum.

Tað komu rættuliga nógvir seðlar inn til kappingina, og drigið var millum teir seðlarnar, sum høvdu røttu svarini.


Røttu svarini

Á spurnarlepanum, sum var í blaðnum seinasta hósdag var m.a. spurt, hvussu nógv vetrarlamelldekk skulu vera undir einum vanligum persónbili. Onkur svaraði, at vit í minsta lagi skulu hava tvey vetrarlamelldekk undir bilinum. Men hetta er ikki rætt, tí vit skulu altíð hava somu typu av dekkum undir bilinum. Hetta er ikki bara galdandi fyri píkadekk - men fyri øll sløg, vetrarlamelldekk eins og vanlig summardekk. Tað verður ikki kravt, at dekkini skulu vera av sama verksmiðjumerki - men dekktypan skal vera tann sama.

Hóast fleiri svaraðu, at Jón Kragesteen er stjóri á Bileftirlitinum so eitur nýggi stjórin á Bileftirlitinum Jákup Jacobsen.

Goodyear dekkverksmiðjan varð stovnað fyri 100 árum síðani, í 1898.

Sum vit longu hava nevnt, skulu vit hava fýra píkadekk undir bilinum.

Tá vit spurdu um, umleið hvussu nógvir píkar eru í einum vanligum píkadekki, er svarið umleið 100.

Sambært lógini eru seinasta freist at taka píkarnar av 30. apríl.

Á síðu 18 í blaðnum í dag prenta vit nýggja spurnarlepan. Tey, ið ynskja at vera við í lutakastinum í næstu viku um fýra vetrarlamelldekk frá Super Dekk, kunnu klippa lepan úr blaðnum, svara spurningunum, og senda hann til Sosialin, box 76, FO-110 Tórshavn.

Lepin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsmorgunin klokkan 800. Næsti vinnarin verður kunngjørdur í blaðnum komandi hósdag.