Fram til klokkan fimm í dag fer Rás 2 at senda beinleiðis av G! festivalinum, sum byrjar í dag.
Barbara Holm og Rannvá Gaard Fossaberg fara at práta við fyriskiparar, tónleikarar, festivalgestir og onnur spennandi G! fólk.
Eitt nú fara Eivør Pálsdóttir, sum í ár gevur heilt serligar framførslur á G, fløguaktuella kórið Xperiment, Finnur Koba og ein lækni vitja tær báðar.
Vælkomin á G! saman við Rás2! Frá kl. 13.00 til 17.00.