Í dag verður tímars fótbóltssending á Rás2 í dag millum klokkan 14.15 og 18.15. Fyrst upptakt har Heri Simonsen fer at práta við Frank Qvist og Knút Olsen, HB-fjepparar, og við Ernu Torleifsdóttir Sigurðsson, KÍ-fjeppu. Hilmar Jan Hansen sigur frá KÍ-Víkingur, sum byrjar klokkan 15. Tróndur Arge sigur frá AB-EB/Streymi, sum eisini byrjar klokkan 15, og vit fylgja gongdini í TB-HB, sum somuleiðis byrjar klokkan 15. Prátað verður við umboð fyri liðini, tá dystirnir eru lidnir.
Í sendingini "Triði Hálvleikur", aftaná dystirnar práta vit við Rógva Dam, EB/Streyms-fjeppara og Andrass Drangastein, AB-fjeppara.
Vit taka eisini samanum umfarið saman við André Olsen. Besta smsið, sum verður sent til 559999 vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin Føroyar-Grikkaland, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni.