Rás2 sigur frá trimum dystum um ólavsøkuna

Í kvøld klokkan 19 sigur Tróndur Arge frá AB-NSÍ

Rás2 ger nógv burturúr ólavsøkufótbóltinum, sum er í effodeildini. Tróndur Arge sigur frá AB-NSÍ, sum verður leiktur á Argjum í kvøld, Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari. Dysturin byrjar klokkan 19, og sendingin byrjar klokkan 18.45. Í hálvleikinum fer Heri Simonsen at práta við umboð fyri EB/Streym og KÌ, sum hava verið í leiki fyrr á degnum.

 

Ólavsøkuaftan klokkan 18 sigur Tróndur frá B36-ÍF, og ólavsøkudag klokkan 16 sigur Tróndur frá HB-FC Suðuroy.