Rás2 sigur frá tveimum dystum og landsliðsúttøkuni

Stóra fótbóltssendingin á Rás2 byrjar klokkan 14.15 og endar klokkan 20.30 í kvøld

Tað verður risastórur fótbóltsdagur á Rás2 í dag, har sent verður frá klokkan 14.15 til klokkan 20.30 í kvøld. Byrjað verður við upptakt til serliga stórdystin B36-Víkingur, har Bogi Simonsen (B36), Rúni Klein Joensen (Víkingur), Eyðun Klakstein (B36) og Sigfríður S. Clementsen (Víkingur) fara at práta við Hera Simonsen um oddabrakið.

 

Klokkan 15 fer Tróndur Arge at siga frá AB-TB, og klokkan 17.15 sigur Tróndur Arge frá oddabrakinum B36-Víkingur. Helgi L. Petersen verður heimildarmaður til NSÍ-EB/Streymur, Ólavur Larsen verður heimildarmaður til ÍF-HB og Kári Poulsen verður heimildarmaður til FC Suðuroy-KÍ, sum allir byrja klokkan 15.Í hálvleikinum í dystinum B36-Víkingur, og tá dysturin er liðugur verður prátað við umboð fyri tey ymisku liðini, sum hava verið í leiki.

 

Klokkan 20 verða vit ígjøgnum frá FSF-húsinum, har Lars Olsen fer at kunngera teir, sum eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi.Vit ringja til André Olsen og taka samanum umfarið.

 

Tað ber til at vinna tvey atgongumerki til finaluna um løgmanssteypið NSÍ-Víkingur við at senda eitt gott, stuttligt ella speiskt sms inn til 559999. Rás2 hoyrist á FM 98,7 og FM 88,7 - og annars á www.midlar.fo