Rasmus Nolsøe er givin sum hjálparvenjari hjá Jóan Petur Poulsen, venjara í Víkingi.
Felagið boðar nú frá, at Ólavur Mikkelsen, sum er ættaður av Skála og býr á Strondum, er nýggjur hjálparvenjari. Hann er ikki ókendur í Víkingi, tí tvey tey seinastu árini hevur hann verið venjari hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi, sum bæði árini er endað á øðrum plássi í næstbestu deildini. Umframt at venja næstbesta liðið hevur Ólavur Mikkelsen verið høvuðsungdómsvenjari í Víkingi.
At Víkingur nú hevur boðað frá, at Ólavur Mikkelsen er nýggjur hjálparvenjari, ber eisini við sær, at Rasmus Nolsøe ikki longur verður í Sarpugerði, har hann síðsta árið hevur verið heilt væl umtóktur hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen. Samstarvið teirra millum hevur verið sagt at vera framúr gott.
Enn er ikki greitt, hvat Rasmus Nolsøe nú fer at takast við í fótbólti. Tað verður ivaleyst í høvuðsstaðnum, har hann býr, og sannlíkt man tað vera, at hann fer at fáa onkran leiklut í HB, har hann bæði hevur spælt og áður verið hjálparvenjari á besta liðnum. Samstarvið millum hann og Heimir Guðjónsson, sum við HB vann FM í 2018 og kappingina um løgmanssteypið í 2019, var sera gott.