Mánadagin kemur onnur fløgan hjá Rasmusi Rasmussen sum einstaklingi út. Fløgan Edelweiss er instrumental fløga, við tónleiki, ið best kann lýsast meditativur. Tónleikurin liggur langt frá rokkbólkinum Makrel, har Rasmus áður hevur verið drívmegi, gittarleikari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Rasmusi, Implossive, ið kom út í 2003.
Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann um nýggju fløguna.
Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent.
- Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Makrel. Hesaferð arbeiddi eg annarleiðis enn eg plagi. Eg plagi at byrja við gittara, men nú tók eg rútmir niður av internetinum, byrjaði at klippa tær saman og pasta, leggja delay á og reverb, síðan jammaði eg afturvið groovinum. Soleiðis havi eg ikki arbeitt fyrr. Við at arbeiða við rútmum kemur okkurt annað fram, t.d sumt sum er meira uppbeat og okkurt sum er korny á ein máta, sum mær dámar, greiðir Rasmus frá.
Rasmus spælir á fløguni nærum øll ljóðførini, hann hevur forritað rútmir, spælir ljómborð og gittar. Einasta íkastið uttanífrá er luttøkan hjá fiólleikaranum Johannes Jung Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við.
Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu fløguni, Implosive, so er hendan fløgan instrumental.