Foreldrini hjá Rasmus vóru Óla Jákup Samuelsen, doyptur 21.1 1796, úr Heimbø í Søldafirði, og Elin Katrina Clementsdatter úr Lamba, doypt 8.9 1799.
Rasmus, f. 14.9.1836, var yngstur av fimm brøðrum. Hann fór uttanlands longu 15 ára gamal. Hann fór fyrst til Danmarkar og síðan helst skjótt til Svøríkis. Hann hevði verið í læru sum blikkinsláari, óvist er hvar, men hann búsettist í Stockholm í Mästersamuelsgatan nr. 10. Har hevði hann egið virki og lýsti við, at hann gjørdi kirkjuspír og alskyns ornamentur, umframt vanligt arbeiði. Hann varð giftur við svenskari kvinnu, Mathilde. Men tá ið hann fór at eldast, kom hann aftur til Føroya og hevði ætlað at byggja sær hús í Havn. Hann var eitt legg burtur aftur, men samb. dagbókini hjá Petur Alberg kemur hann aftur til Føroyar við Ceres tann 14. september 1899. Hendan dagin fylti hann 63 ár. Men hann doyr longu 25. september og fer til gravar 1. oktober 1899. Í dagbókini hjá Peter Alberg og í kirkjugarðsprotokollini verður hann nevndur “Fabrikant”.
Í Havn býr Rasmus hjá bróðursoninum Sam Olsen, kendur handilsmaður í Havn. Rasmus og konan áttu eingi børn, og konan var eftir í Svøríki.
Tað varð skift eftir Rasmus í Føroyum. Tá ið Rasmus var deyður varð sagt konuni frá. Tað varð eisini lýst eftir henni í Berlingske Tidende og Dimmalætting í november 1899. Hon skuldi koma til Føroyar til várs í 1900, men er ikki komin. Rættarskipanin hevur virkað hampiliga væl, tí rætturin útnevndi “tilsynsværge” fyri hana. Hetta gjørdist C.C. Danielsen, fyrr umrødddur í hesi røð.
Var væl fyri fíggjarliga
Tað vísir seg, at Rasmus hevur verið væl fyri fíggjarliga. Í kontantum átti hann kr. 4.237, sum hevur verið ein heilt stór upphædd tá á døgum. Hansara leysu ognir eru seldar á uppboði fyri kr. 509. Hann átti tilgóðar hjá bróðursoninum Sam Olsen kr. 120 fyri eitt pengaskáp. Síðan eru lutir sum ringur, silvurskeið og pokalar fyri kr. 95. Hetta fær samlaðu ognina upp á um kr. 5.000.
So var tað spurningurin, hvat ið skuldi fara burturav. Rasmus skyldaði kr. 58 til Finsens apotekara og kr. 15 til fysikus Boeg. Hetta bendir á, at hann helst er komin sjúkur til Føroya og hevur fingið bæði læknavitjan og heilivág. Hann skyldaði eisini kr. 309 til Sam Olsen. Hann hevur tikið sær av Rasmussi og lagt út fyri hann, eisini fyri jarðarferðina.
Sam royndi eisini at fáa búgvið at rinda fyri gravstein hjá Rasmussi. Hetta var ikki góðkent. Tað sigst, at konan segði kortanei! Men gravsteinurin er so komin á grøvina, og hann hevur Sam Olsen tískil sjálvur goldið.
Tað var eisini eitt ivamál, hvørt Sam Olsen skuldi fáa endurgoldið kr. 25 fyri skjútsgjald at fáa deyðsboðini av Rasmus til beiggjan Jóan Petur í Klakksvík. Hetta var jú áðrenn telefonina. Hetta var ein stór upphædd tá. C.C. Danielsen mótmælti eisini hesum vegna einkjuna. Men móti hesum varð ført fram tað sjónarmið, at “det er i overensstemmelse med færøsk Skik straks at sende Bud om et Dødsfald til afdødes Familie selvom Budsendelsen bliver bekostelig som i dette Tilfælde.”
Hini, sum møttu, søgdu seg hava viljað gjørt tað sama, um tey vóru í hesi støðu. Hetta mátti kunna roknast sum jarðarferðarkostnaður, sjálvt um Sam Olsen einki krav hevði uppá hesa upphædd.
Afturat hesum vóru tað útreiðslurnar av skiftinum. Úrslititið er, at til avlops verða kr. 4.477, sum umvegis uttanríkisráðið verður sent til einkjuna í Stockholm.
Brøðurnir
Rasmus átti fýra eldri brøður, og teir vóru:
Ole Olsen f. 13.11. 1824, kallaður Ólavur á Heimbø. Hann festi garðin á Heimbø 9.4. 1859. Hann var giftur við Elsu Hansdatter (1833-1903). Hon var dóttir Hans Paula Olsen, kongsbónda og Malenu Heinedatter úr Syðrugøtu.
Tey fingu 10 børn. Eitt teirra var Hans bóndi í Søldarfirði. Eitt annað var Sam Olsen, sum vit fara at umrøða seinni í hesi røð.
Clement Olsen f. 29.9. 1828 d. 3.8.1876. Hann var nógv norðuri í Klaksvík hjá beiggja sínum Jóan Petur á Stongunum. Í fólkateljing í 1870 stendur hann til at vera “bødker og husfaderens broder”. Hann var eisini handelsbetjent. Hann var ógiftur og gjørdist ikki gamal. Klæmint varð funnin deyður á sandinum í Norðragøtu aftaná eina grind. Hann var annars á veg til Søldarfjarðar.
Samuel Jacob Peter Olsen f. 17.1. 1821 d. 9.9. 1867. Hann giftist í 1867 við Elsu Mariu Hansen við Gøtugjógv. Tey áttu eingi børn, men tey fostraðu upp tveir synir hjá beiggjanum Ólavur, Jóan Jakku og Karl, og eina systirdóttir Elsu Mariu, sum kallaðist Billa. Henda Billa giftist til Lorvíkar. Hon gjørdist ung einkja. Ein sonur hennara Jógvan giftist við Onnu Wolles av Trøllanesi. Hann gjørdist kendur sum Billu Jógvan, og tað sama gjørdist sonur hansara.
Joen Peter Olsen f. 1832 d. 20.3. 1921. Hann giftist í 1858 á Nesi við Marie Elisabeth Haldansen. Tey fingu trý børn, men Marie Elisabet doyði á barsilssong við tvíburum. Hann giftist aftur við systir hennara Siggu Mariu, og tey fingu eisini trý børn.
Jóan Petur á Stongunum gjørdist eitt kent handilsnavn í Klaksvík. Hann kom 20 ára gamal í kongiliga handilin úti í Klaksvíkini og var har til 1862.
Hann er fyrsti maður, ið setur seg niður á Eystaru síðu á Stongunum.
Hann bygdi handil og sethús í 1863 yviri á Stongunum, har hann fór at handla. Seinni komu úthandlar í Lorvík, Gøtu, Svínoy og Skála. Í teimum góðu fiskiárunum í 1870-unum økist virksemi skjótt og teir fingu sær eisini bátar til útróðurs.
Í 1876 var handilin vaksin við lossibrúgv, fiskadammi, fiskastykkjum, bakarí, hoyggjhúsi og fjósi. Jóan Petur hevði eisini fingið eina stóra trøð.
Um aldarskiftið taka børnini yvir og fær handilin nú navnið Ellen Olsens Forretning. Millum 1910 og 1920 menti handilin seg væl. Hann hevði fleiri motorbátar og í nøkur ár skuppina Queen. Eitt skifti leigaðu hann enskan línubát til kalvaveiðu á ísfiskaveiðu. Í 1921 helt hesin handilin uppat.
Stutt eftir stovnaðu synirnir Olaf og Eliesar hvør sín handil á Stongunum.
Keldur:
Maria Jacobsen
J. Símun Hansen
Skiftiprotokollin
Komandi partur
Í komandi parti fara vit at greiða frá grøvini hjá Fanny f. Restorff og Johan Jacobsen