Øravík/Hov-tunnilin er neyðugur!

Hví er tað so torført at fáa tingvaldu menninir Johan Dahl, Hendrik Old, Jóannes Eidesgaard og Hergeir Nielsen úr Suðuroy at raðfesta Øravík/Hov- tunnilin fram um alla aðra útbygging í oynni?

Sum fólkavaldir løgtingsmenn hava hesir menn, um vilji og dirvi er til staðar, møguleika at fáa hetta sera týdningamikla arbeiði í gongd. Allir sum ein lovaðu á politiskum fundum, ið vóru undan valinum, at hesin tunnil skuldi gerðast veruleiki, fingu teir veljarans álit. Álitið fingu tit, so nú er at vísa ábyrgd og føra framtíðar dreymir í verki.
Politikkur er at vilja, hava vit jú so mangan hoyrt. Politikkur má eisini vera at tora. Ein løgtingsmaður eigur at tora at taka avgerðir, eisini tá ið avgerðirnar kunnu fáa fylgir, ið ikki eru so væl sæddar í egna vældømi. Tað var tí ørkymlandi og skuffandi at frætta í Degi og Viku, at okkara løgtingsmenn úr Suðuroy enn einaferð hava arbeitt so mikið eftir hali, at Lands-stýrismaðurin í vinnumálum kemur til ta niðurstøðu at eingin Øravík/Hov-tunnil verður gjørdur í nærmastu framtíð. Tað minti ikki sørt um sum, tá ið smá børn klandrast um sama bommi, sama bilin og mamman so má blanda seg uppí og tala at. Høvdu t.d. Johan Dahl, Hendrik Old, Hergeir Nielsen og Jóannes Eisesgaard havt visiónir fyri vøkru oyggj okkara, og visiónir fyri tingarbeiðinum, so høvdu teir duga at hugsa langt og stórt. Men tað duga teir ikki og hetta er stórt spell! Tað er at hugsa ov stutt, um fólkavaldir løgtingsmenn einans gera ein vørr, tá ið Smyril ikki siglir á Vág, ikki siglir á Tvøroyri, ella tá ið Smyril er í verkfalli. Visióninar mugu verða okkurt annað enn sjálvur gamli Smyril. Og um tit fýra hugsa tykkum um, so er tað sera láturligt at Smyril hvørja viku skal fara ein túr á Vág? Og enn meira láturligari, at tit hava lógarfest hetta. Í staðin skuldu tit havt lógarfest og samarbeitt soleiðis, at Smyril einans siglur á Tvøroyri og at vit hava/ fáa eina góða farma/ferðaflutningshavn á Tvøroyri. Við slíkari mannagongd høvdu tit víst á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa ein góðan tunnil og eitt gott vegasamband í alla oynna.
Havnin í Vági skuldi, júst sum í dag, verið ein fiskivinnuna. Tær ábøtur, sum í dag krevjast, skulu sjálvsagt gerast, so vit fáa eina góða fiskivinnuhavn í Vági. Alt annað tos um t.d. tvær líka stórar og kostnaðarmiklar havnir í Suðuroy er skilaleyst og gevur onga meining. Vágur og Tvøroyri skulu hava hvør sítt at bjóða fram til brúkaran. Og gamla mynstrið har alt verður gjørt upp í krónum, hvat verður gjørt frá almennari síðu á Tvøroyri, mótvegis hvat verður gjørt í Vági - skal burtur. Oyggin skal formast eftir einum mynstri, har ein hevur alla Suðuroynna í huganum, tá ið avgerðir verða tiknar og ikki sum nú einans einstøk valdømi. Hugsingarhátturin hjá løgtingsmonnunum er avoldaður. Helt at kreppan hevði køvt slíkan hugburð. Tey ungu í dag og flest fólk hugsa ikki so sum politikkarir gera. Hetta er sera løgið, tí tað eru vanlig fólk, ið verða vald á løgting, tey eru vanliga skilagóð og vilja øllum so sera væl. Tá so arbeiðsgongdin byrjar, hendir alt ov ofta, at hesu somu fólk, púrasta hava mist hómingina av, hvat er týdningarmikið, hvat hevur skund, hvat kann broytast, o.s.fr.
Hovsegg. Hetta orðið hava vit fingið inn við móðurmjólkini. Vegasambandið millum Øravík og Hov býtir ikki einans Suðuroynna fysiskt í tveir partar, hetta strekkið býtir okkum so sannuliga eisini psykiskt í tveir partar. Serliga vetrahálvuna. Er t. d. eitt kvøldskúlaskeið í Vági ella Porkeri ein vetur, ið hvalbingar ella tvøramenn eru áhugaðir í, eru tað við vissu mong í setast aftur, tí tey ikki hætta sær at koyra um Hovsegg. Kom tunnilin vóru ikki slíkar froðingar og við tíðini var tað als einki at tosa um, hvar á oynni tey ymisku tiltøkini vóru. Ein góður tunnil millum Øravík og Hov hevði havt eina savnandi megi við sær, hetta hevði verið allari oynni at gagni. Eg eri púra samd við Marneri Lisberg, har hann skrivar um trygdina hjá miðnámsskúlanæmingum. Og við dulnevnda suðringinum, ið skrivar um júst hetta sama. Flest fólk (suðringar sum norðingar) hava hesa áskoðan, tí er tað neyðugt, at løgtingsmenninir gera nakað við hetta mál.