Ravnsfjall fyri Debess

Summarfestivalurin hevur verið noyddur at gera eina broyting í skránni.

 

Uni Debess er vorin sjúkur, og tí liggur ikki fyri hjá Debess Blues Station at spæla á konsertini í kvøld.

 

Kortini hevur eydnast at finna ein innskiftara, og tað er Sámal Ravnsfjall.

 

Konsertin við Sámal Ravnsfjall og bólki verður á Føroya Tele pallinum í kvøld klokkan 01.00, siga fyrireikararnir.