Í november vann hann brasilianska meistaraheitið og nú hevur han skrivað sáttmála við eitt av heimsins størstu feløgum. Talan er um 16 ára gamla Endrick Felipe, ið fekk sín fyrsta dyst við besta liðinum hja Palmeiras í hesum kappingarárinum – hóast hann einans var 16 ár 2 mánaðir og 15 dagar gamal. Fáar vikur eftir sína frumroynd í yrkisfótbólti skoraði hann sítt fyrsta mál, ið varð tað fyrsta av 12 málum í 21 dystrum hetta kappingarárið. Endrick Felipe er yngsti spælarin nakrantíð bæði at spæla og skjóta mál fyri Palmeiras.
Flottu avrikini hjá Endrick hava vakt ans í fótbóltsheiminum. Stórfelagið Real Madrid hevur leingi havt gott eyga á unga bóltsnillinginum og í dag ognaði kongafelagið sær tann møguliga nýggja Neymar.
Mangar eru royndirnar har leikarar skifta felag alt ov ungir. Hetta misseydnast oftani tí teir ikki megna at avrika eins væl í stóru deildunum í Evropa, sum í heimligu kappingini. Hetta mistakið vil Real Madrid ikki gera. Tí fer Endrick Felipe ikki til Madrid fyrrenn í 2024, men fer at umboða brasilianska Palmeiras í 18 mánaðir afturat.