Real Madrid leikarar svíktu Mourinho

José Mourinho kunngerð í nýggjari bók at summir leikarar á Real Madrid liðnum, stungu venjarin í ryggin.

José Mourinho heldur fram við at leggja eftir Real Madrid. Í nýggjari bók, sum kallast "The Special One" leggur José Mourinho eftir fleiri leikarum hjá Real Madrid.

Millum annað sigur José Mourinho í bókini at onkrir leikarar á Real Madrid liðnum kunngjørdu uppstillingina fyri miðlum og øðrum, áðrenn ein týðandi El Clasico dyst í 2011. Og tá dysturin var liðugur, sigur Mourinho seg hava sagt hetta í skiftirúminum.

-      Tit eru svíkjarir. Eg havi sagt við tykkum at tit ikki skulu fortelja fólkið okkara liðuppstillingar áðrenn tær koma út. Tit hava svikið meg.

-      Tað vísir at tit ikki eru á mínari síðu. Tit eru "sons of bitches". Tann einasti vinurin, ið eg havi í skiftirúminum er Esteban Granero og eg veit ikki eingongd um eg kann kalla hann ein vin longur. 

-      Tit lata meg standa eftir við allari ábyrgdini. Tit eru tann mest óuppdrigni hópurin, eg nakrantíð havi verið venjari hjá. Einki meira enn "sons of bitches".

Hóast Real Madrid vann spanska meistaraheitið í 2011-2012 var tíðin hjá Mourinho í Real Madrid hørð. Tað ljóðar at hann hevði ymsar dystir við fleiri leikarar í hópinum. Tveir av teimum sum hann kom í trupulleikar av vóru Iker Casillas og Cristiano Ronaldo.

Hóast José Mourinho hevði sáttmála við spanska stórfelagið til 2016, gavst venjarin í fjør í felagnum, av tí at felagið ikki megnaði at vinna nakað steyp í kappingarárinum.

José Mourinho vendi aftur til sítt gamla felag Chelsea seinasta summar, har hann er høgt í metum.

kelda www.dailymail.co.uk