Real yvirhálað Barca

Sevilla kom á odda longu eftir tíggju minuttir, tá fyrrverandi Liverpool miðvallarin, Xabi Alonso, var so óheppin at koyra bóltin í egi mál. Stutt inn í seinna hálvleik økti Ivica Dragutinovic til 2-0. Real Madrid svaraði aftur tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Fyrst minkaði Cristiano Ronaldo um munin og fýra minuttir seinni javnaði Sergio Ramos. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu, tá Rafael Van der Vaart kundi senda Real Madrid fram um Barcelona í oddinum.

 

Barcelona var á vitjan hjá Almeira. Barcelona svaraði tvær ferðir aftur, eftir at Almeira hevði lagt seg á odda. Báðu ferðirnar var tað bóltsnillingurin Lionel Messi, ið skoraði fyri Barcelona. Gestirnir fingu tvey reyð kort. Fyrst fekk Barcelona venjarin, Josep Guardiola, at vita at hann ikki slapp at stýra liðnum frá bonkinum, tí hann hevði mótmælt ov nógv. Og tá ein tími var farin, fekk svenski landsliðsframherjin Zlatan Ibrahimovic eisini reytt kort. Dysturin endaði 2-2. Tað merkir at Real Madrid nú er nummar eitt, men bæði liðini hava 62 stig. Málúrtøkan hjá Real Madrid er tvey mál betri enn tann hjá Barcelona.