Reality Bites hevur útgávukonsert

Nú koma vit at hoyra meira til vinnaran av ársins Sement-kapping

Miklir ljómar. Haltar rútmur. Rannsakan. Hesi eru summi av teimum orðunum, sum lýsa nýggja føroyska bólkin Reality Bytes. Bólkurin spratt úr føroyskum samkomulívi á heysti 2018 og hevði sína fyrstu framførslu í Blábar í mars 2019. Barrin var á tremur.

Í april tók bólkurin lut í tónleikakappingini Sement og varð millum teir 11 luttakararnar vinnari. Dómarunum dámdu serliga væl mikla kórið, góða sangin og fløktu ljómarnar. Takksamur fór bólkurin tá við heiðurslønini ”tríggjar dagar í studio Bloch” at taka upp fyrstu stuttfløguna Symphony of Storms. 4 løg og eitt millumspæl. Bólkurin heitti á Hans Poulsen í Introvers Studio at framleiða útgávuna, og vónar, at hon kann vera til frama fyri nýggjan føroyskan tónleik.

EP’in kemur út á marknaðin (digitalt, CD og 10” LP) 22. november 2019 og verður tí eisini ein mergjað útgávukonsert í Tøting hetta sama fríggjakvøld. Bólkurin hevur bæði savnað saman eitt størri kór enn vanligt til konsertina og fingið nýggja og alternativa bólkin "Dubium", at hita upp.

Reality Bytes eru:
Dania O. Tausen (sangari og sangskrivari)
Ingmar Berg Mikkelsen (rhodes, orgul, klaver, vokodari, kór)
David Simonsen (bass, kór)
Pauli R. Poulsen (gittari)
Tórður D. Jacobsen (trummur)
Maria á Lakjuni (kór)

##med2##