Vit hava fyrr skrivað um øll hesi fólkini, sum dáma so væl er vera frammi í miðlunum, og sum nú vilja upp í politikk. Serliga Tjóðveldi tykist freista hesi fólkini. Men nú gav at bíta, tá tann størsta realitystjørnan av øllum, »bygdamannahatarin« Ingi Sørensen, er nýggja stjørnuskotið hjá Tjóðveldinum.
– Vilja tit hava meg á listan, so er tað mær ein æra, segði hann á uppstillingarfundinum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum er undir leiðslu av tí mentamanninum Carl Johan Jensen.
Tað hevði verið ótrúliga áhugavert at frætt, hvørja strategi toppurin í Tjóðveldinum hevur við Inga Sørensen. Kanska at cementera støðuna hjá Tjóðveldinum sum miðstaðarflokkur?
Kortini bendir okkurt á, at tað er vorðið ov trongt hjá undirhaldarum í Tjóðveldinum, onkur mátti rýma. Og tað er kanska lagnunnar speisemi, at júst Sjúrður Skaale nú er høvuðsvalevni hjá Javnaðarflokkinum.
Sum maðurin segði, »politikkur er ikki tað, hann hevur verið«. Men vit kunnu siga sum Demokratia og Javnstøðunevndin søgdu mikudagin – sjálvt um forkvinnan og fyrrverandi formaður ikki sjálvi trúgva upp á tað:
»Ábyrgdin hon er tykkara! Avgerðin hon er tykkara! Atkvøðan hon er okkara!«