Reeves og Lisberg á Reinsarínum

Leygarkvøldið fer Jens Lisberg á pall at framføra løg hjá Jim Reeves

 

 

Í fjør vóru 50 ár liðin, síðani Jim Reeves andaðist. Reeves var stór stjørna um allan heim, og eisini her í Føroyum hevði hann og hevur hann framvegis sínar fjepparar.

 

Ein av hesum er Jens Lisberg, sum í oktober mánaði hevði minniskonsert í Løkshøll. Eitt tiltak, ið eydnaðist somikið væl, at avgerð varð tiki um at halda nýggja konsert eftir sama leisti. Hesa ferð verður konsertin í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

 

Jim Reeves, føddur í 1923,  var sangstjørna í fimmtiárunum og til hann doyði í 1964. Eisini í Føroyum smeltaði hendan bleyta røddin vanliga føroyingin, og Reeves var her, eins og aðrastaðni, so sera høgt í metum.

 

Hann var av sonnum ein stjørna, men í 1964 doyði hann í flogvanlukku. Hetta hendi tann 31. juli í 1964. Jim Reeves hevur tó verið nógv spældur í Føroyum fram til okkara dagar.

 

- Jim Reeves var høgt elskaður í Føroyum, eins og aðrastaðni, og eg gleði meg sera nógv til hendan møguleikan at sleppa at syngja sangir, ið hendan stóra stjørnan hevur gjørt kendar við síni góðu, kendu og sermerktu rødd, sigur Jens Lisberg við in.fo.

 

Konsertin í annaðkvøld byrjar klokkan 20. Tey sjey, sum fara á pall saman við Jens Lisberg, eru:

 

Per Ingvald Petersen, trummur

Sámal Midjord, bass

Jóan Martin Jacobsen, guitar

Bernhard H. Petersen, klaver

Barbara á Tjaldrafløtti, kór

Fríðgerð Midjord Ellefsen, kór

Sigga Hansen, kór