Tað er Jens Lisberg, ið sjálvur er stórur Jim Reeves-fjeppari, sum fer á pall, og við sær hevur hann hópin av dugnaligum tónleikarum. Konsertin byrjar klokkan 19.30.
Jim Reeves, føddur í 1923, var sangstjørna í fimmtiárunum og til hann doyði í 1964. Eisini í Føroyum smeltaði hendan bleyta røddin vanliga føroyingin, og Reeves var her, eins og aðrastaðni, so sera høgt í metum.
Hann var av sonnum ein stjørna, men í 1964 doyði hann í flogvanlukku. Hetta hendi tann 31. juli í 1964. Jim Reeves hevur tó verið nógv spældur í Føroyum fram til okkara dagar.
- Jim Reeves var høgt elskaður í Føroyum, eins og aðrastaðni, og eg gleði meg sera nógv til hendan møguleikan at sleppa at syngja sangir, ið hendan stóra stjørnan hevur gjørt kendar við síni góðu, kendu og sermerktu rødd, sigurJens Lisberg við in.fo.
Tey sjey, sum fara á pall saman við Jens Lisberg í Løkshøll í annaðkvøld, eru:
Per Ingvald Petersen, trummur
Sámal Midjord, bass
Jóan Martin Jacobsen, guitar
Bernhard H. Petersen, klaver
Barbara á Tjaldrafløtti, kór
Fríðgerð Midjord Ellefsen, kór
Sigga Hansen, kór