Umboð fyri ?Regatta 2008? vitja útvarpsstovuna hjá Rás2 í morgin. ?Regatta 2008? verður um vikuskiftið. Siglt verður av Eiði fríggjakvøldið kl. 18. Siglt verður til Hósvíkar, og tá komið er til Hósvíkar fáa allir luttakarnir eina heita máltíð í Bygdarhúsinum í Hósvík. Seinni um kvøldið verður skipað fyri góðum ?Regatta-dansið?. Tá fer bólkurin ?4 ever? at spæla í Bygdarhúsinum. Møguleiki verður fyri luttakarunum at yvirnátta í Hósvík, har møguleiki verður at seta tjøld upp. Tað er ikki neyðugt at gjalda fyri tjaldpláss í Hósvík. Leygarmorgun verða allir luttakarnir á ?Regatta 2008? bodnir til morgunmatar í Bygdarhúsinum. Seinnapartin gongur leiðin hjá stóra bátafylginum til Nólsoyar, har Ovastevna verður hildin. Lagt verður frá landi í Hósvík um 13-14 tíðina. Fyrireikarnir heita á fólk og bátar um at vísa varsemið, tá siglt verður. Heitt verður eisini á bátar um at hava trygdarnet við. Kostnaðurin fyri at verða við á ?Regatta 2008? er 150 kr. pr persón. Máltíðir og regattablusur eru við í prísinum. Gjaldast skal á havnalagnum á Eiði, ella á konto hjá Hósvíkar Róðrarfelag í Eik Banka. Aftaná tíðindini kl. 11 í morgin koma umboð fyri ?Regatta 2008? á gátt hjá Rás2, og tá býðst høvið at hoyra meir um ?Regatta 2008?.