Regn av og á alt vikuskiftið

Komandi dagarnar liggur eitt lágtrýst við Ísland og fleiri veik brúgvaløg við regni fara fram við Føroyum av vestri.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í ein strúk í vindi av suðri, 13 m/s. Skýggjað og samregn. Um kvøldið hækkar hann í útsynning og vestan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, og um náttina verður yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 8 og 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, men um náttina klárar í. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, seinni suðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina makar nakað. Fyrst yvirhøvur turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn av og á. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.