Regn og aftur regn

Fleiri brúgvaløg við regni og heitari luft fara framvið Føroyum av suðri komandi dagarnar.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, eitt skifti av ymsum ættum. Seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í, onkrir sólglottar og okkurt einkult æl. Hitin um dagin um 7 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan. Turt og eitt skifti klárt. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og sum frá líður regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum. Út á kvøldið minkar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, út á dagin klárar í og onkur sólglotti. Út á kvøldið verður aftur skýggjað og um náttina regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, út á dagin veksur hann vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin lækkar í ein útsynning og sunnan og minkar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.